Innbjóðingin

„Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma. “
Matt.22,3

 

„… Men tey vildu ikki koma. “

Alt var gjørt til reiðar, innbjóðingin var send út og tey bíðaðu nú eftir gestunum, men tey innbjóðaðu vildu ikki koma.

Hví ikki? Hvat er tað fyri ein máttur, ið blindar og myrkju eyguni á menniskjum og sum trælabindur viljan? Hvussu ber tað til, at so mong ikki ynskja at taka við innbjóðingini til brúdleypið? „Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki. “ Vónbrotið kennist týðiligt í orðum hansara.

 

Um hetta aleina biður hann: KOM! Kom og síggj! Kom til mín. Tann sum kemur til mín skal ikki svølta. Hann sum kemur til mín vil eg ikki vísa burtur. Og kortini vilja tit ikki koma til mín og liva. Mannahjartað er farið av kós, og vit siga nei til tað allarstørsta tilboðið, menniskjað nakrantíð hevur fingið. Løgið, syrgiligt og vanlukkuligt!

 

Hví vilja tit ikki koma? Vit eru øll undir somu ákæru. Hví umbera vit okkum? Hví er áhugin so lítil? Hví er hetta ikki ein lívsneyðugur spurningur? Nógvar grundir kunnu nevnast. Skuldakenslan er viknað. Jesus Kristus er ikki tann avgerandi veruleikin í okkara gerandisdegi. Vit eru fastgrógvin í tí jarðiska. Tað at vit hava nokk í okkum sjálvum og máttloysiskenslan gera, at himmalin verður so fjarður. Heimshendingar, stórtíðindi og trupulleikarnir í lívi okkara trælabindir hugsanir okkara, so at har hvørki verður rúm ella tíð til tað veruliga.

 

„Men tey vildu ikki koma.“ Onki hevur størri týdning enn júst tað at koma til Kristus, meðan tíð enn er. At koma til Kristus er at trúgva og líta seg til hann, játta, hvussu stendur til og biðja hann um eina nýggja byrjan. Biðja um, at tað má gerast avgerandi at verða við til Brúdleypið, har øll eru boðin við.