Nýggjar barnabøkur komnar til landið

Nú eru barnabøkurnar endiliga komnar til landið. Tær eru týddar til føroyskt, og Heimamissiónsforlagið hevur givið tær út. Seinnapartin í dag komu bøkurnar til leguhúsið í Nesvík, har goymslan hjá forlagnum er.

Tó fara ikki allar bøkurnar á goymslu, tí tað hevur verið møguleiki at keypt og bílagt tær á forsølu. Hetta kundi millum annað gerast við bókaborðið á Stórmøtinum, sum var herfyri, og á nethandlinum hjá Manna.

Bøkurnar eita Mítt egna krubbuspæl – Jesu føðing og Mín smábarnabíblia. Hetta eru tvær eitt sindur øðrvísi bøkur. Onnur bókin hevur smáar figurar, so sum esil, Jósef og sjálvandi Jesus-barnið í krubbuni, og hin bókin hevur klaffar, sum kunnu vendast.

Mítt egna krubbuspæl – Jesu føðing kostar 120 kr., og Mín smábarnabíblia kostar 100 kr

Til ber at keypa báðar bøkurnar á nethandlinum hjá Manna. Bøkurnar eru eisini í pop-up handilinum, sum er opin hesa vikuna í Runavík, handlin er opin frá 13:00 til 17:30 inntil fríggjadagin og leygardagin er opið frá 10:00 til 14:00. Les meira um handilin her.

LES EISINI  Bókahyllin: Tvær spennandi bøkur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina