Saman í bøn í Gøtu mánakvøldið
Kom til felags bønarkvøld í nýggja missiónshúsinum Bethania í Gøtu mánakvøldið kl 19.00.
Eftir ætlan skuldi felags bønartiltakið Saman í bøn vera í Leirvíkar Missiónshúsi týskvøldið 17/2. Men av tí at nýggja missiónshúsið í Gøtu varð vígt í dag og missiónsvika byrjar har týskvøldið, er bønartiltakið broytt til at vera í Gøtu mánakvøldið 16/2 ístaðin.
Vit koma saman at biðja fyri arbeiðinum út frá Bethania í Gøtu, fyri økinum og fyri veking um alt okkara land, í Íslandi og Grønlandi og millum tey ónáddu fólkasløgini kring heimin. Latið okkum standa saman sum vekingarrørsla í bøn.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Jákup Brúsá
