Lív títt liggur við!
„Og tá ið teir høvdu leitt hann útum, søgdu teir: »Bjarga tær, tí at lív títt liggur við! Lít teg ikki aftur um bak og steðga ongar staðir á slættanum; men bjarga tær niðan í fjøllini, so at tú ikki ferst!« “
1.Mós. 19,17
“… Lív títt liggur við! …” (1. Mós. 19,17) Hesi orðini søgdu einglarnir við Lot, sum búði í hesum deyðadømda býi, Sódoma. Rópið yvir íbúgvar Sódomu var vorðið so stórt fyri Harranum, at einglarnir nú eru sendir út at oyða býin.
Men Lot og húskið má bjargast, áðrenn svávul og eldur skal regna niður yvir Sódomu og Gómorru til ein vitnisburð um, at Gud er heilagur. Lot sigur við versynir sínar: “Standið upp og rýmið hiðani, tí at Harrin ætlar at oyða staðin!” Men versynirnir hildu, at hann skemtaði, lesa vit.
Lot sjálvur hevði heldur ikki stóran skund at sleppa sær burtur, sjálvt um einglarnir hurta undir hann og at enda taka í hann, konu hansara og døturnar, tí sum skrivað stendur: “Harrin vildi eira honum.” Hví vildi hann tað?
Tað síggja vit í sama kapitli, 29. vers: “Gud mintist á Ábraham og leiddi Lot út úr oyðingini.”
Tað mátti næstan nýtast vald at føra Lot og húskið út. Við eldi í hølunum siga einglarnir við Lot: “Lív títt liggur við, tað geldur lív títt,” og vit hoyra næstan tað óskrivaða framhaldið: “Skilir tú tað ikki!”
Lot varð bjargaður – við neyð og deyð. Í 2. Pæturs brævi kapitul 2 lesa vit, at Gud bjargaði hinum rættvísa Lot. Gud bjargaði honum.. Bjargingarsøga Lots lærir okkum tvey ting.
Fyri tað fyrsta: Lív títt liggur við. Eisini vit kunnu gerast so gjøgnumsýrað í Sódomu – hesum heimi – í tí deyðadømda syndalívinum og tonkunum um Gud, so vit gloyma álvaran við at vera menniskja. Rópið fer eisini einaferð at vera so stórt yvir henda heim, at dómurin fellur.
Og hvat við dóminum yvir mítt lív? Tað geldur lív mítt: Frelsa ella glatan.
Um mítt lív skal bjargast, er bert ein møguleiki: At Gud bjargar mær. Tað er hent í Jesu gerningi fyri meg.
Fyri tað næsta: Tað geldur lívið hjá hinum. Lot varð bjargaður, av tí at hann hevði ein forbiðara, ein Ábraham, sum bað Gud eira tí sjálvklóka Lot. Vit læra av hesum, at íbúgvarnir í Sódomu vórðu bjargaðir við tiltøkum uttanífrá.
Lívið hjá øðrum kann eisini hanga í hesum, at tú, sum hevur funnið lívið, arbeiðir uppá at bjarga hinum. Tað geldur lív títt og lívið hjá hinum. Harrin vil bjarga “einum Lot” nú í hesum árinum. Tú ert kanska amboðið. Brúka tíð til at biðja fyri øðrum.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

