Tey trý liðini undan Guds kalli

„Tá hoyrdi Guð eymkan teirra og mintist á sáttmálan við Ábraham, Ísak og Jákup. “
2.Mós.2,24

 

Guds lyfti er fyrsta liðið í hvørji tilgongd, í hvørji bøn, í hvørjum verki. Um vit fara inn í okkurt, sum ikki longu er váttað í Guds orði, eru vit á veg inn í trupulleikar ella kanska tað, ið verri er.

 

Boðað varð frá frammanundan í Orðinum um steðgin hjá ísraelsmonnum í Egyptalandi og teirra truplu kor har. Skrivað stóð eisini, at Gud skuldi frelsa tey út við miklum silvur- og gullgripum, sum tey fóru at fáa frá egyptum.

Næsta liðið í tilgongdini, tá ið ísraelsfólk varð frelst og endurloyst, var tær hebraisku jarðarmøðurnar, sum skrivað stendur um í 2. Mós. kapittul 1. Tvær teirra eru nevndar við navni, Sjifra og Pua. Fárao kravdi, at tær skuldu drepa tey jødisku dreingjabørnini, beint eftir at tey vóru fødd, so at fólkavøksturin hjá ísraelsmonnum steðgaði.

 

Men gudsóttin hjá jarðarmøðrunum var størri enn óttin fyri Fárao. Tí sýttu tær at akta Fárao. Gud vælsignaði jarðarmøðurnar fyri hesa gerð, bæði persónliga, men eisini av tí at eitt av dreingjabørnunum var Móses, sum seinni gjørdist bjargingarmaður og oddamaður hjá ísraelsfólki.

 

Tá ið jarðarmóðirin stóð við tí nýfødda dreingjabarninum og læt vera við at kvala hann, visti hon ikki, at hon helt einum av størstu státsmonnunum í veraldarsøguni í sínum hondum; men tað var tað, sum hon gjørdi.

Vit kalla dagsins Danmark eitt eldrasamfelag við ov fáum ungdómum. Vit hava sjálv skyldina, av tí at vit hava dripið fleiri hundrað túsund verjuleysar dreingir og gentur, longu áðrenn tey komu í verðina. Hugsa tær teir nógvu “Mósesar”, vit hava dripið, og sum nú resta í. Gud signar allar læknar og jarðarmøður, sum í dag sýta fyri at fremja hesi dráp, sum eru Gudi ein andstygd.

 

Triðja liðið finni eg í 2. Mós. 2,23-25, har skrivað stendur: “Ísraelsmenn stundu undir trælaoki og rópaðu, og neyðarróp teirra undan trældóminum bórust upp til Guds. Tá hoyrdi Gud eymkan teirra og mintist á sáttmálan við Ábraham, Ísak og Jákup. Og Gud leit til ísraelsmanna og kendist við teir.”

Bønin, sum jødarnir bóðu til Guds, var meir enn av vana, sum bøn skjótt kann gerast. Tað er møguligt at biðja við sínum heila, við sínum viti, men har hjartað er loyst frá og ikki er við í bønini. Jødarnir høvdu sovorðin kor, at bønin gjørdist ein hjartabøn, sum kom til sjóndar í stunan og gremjan og í einum djúpum og inniligum skríggi til Guds. Og tað var tað skríggið, sum nam Gud og gjørdi, at Móses varð kallaður.

 

Nú seti eg mær sjálvum og tykkum einar tveir spurningar: Kann tað hugsast, at vekingin frá Gudi ikki kemur, av tí at einki skríggj upp til Guds hoyrist vegna land okkara? Hevur vælferðin blindað okkum, so at vit ikki síggja neyðina, og bøn okkara kemur frá vitinum og ikki úr hjartanum? Mátti Gud latið upp okkara hjartaeygu, so eitt skríggj føddist fyri landi okkara.

 

Tey trý liðini í Guds ætlan vóru: 1. Guds lyfti – 2. Jarðarmøðurnar, ið óttaðust Gud meir enn Fárao og bjargaðu teimum nýføddu dreingjabørnunum, har Móses var eitt teirra – 3. Róp ísraelsmanna til Guds, at Hann skuldi lata gamla lyftið til Ábrahams gerast veruleiki.

 

Hesi trý liðini førdu til, at Gud kallaði Móses við fjallið Hóreb. Í 2. Mós. kap. 3 verður henda frásøgnin nærri lýst. Tá ið vit hugsa um, hvussu stjórar og fyristøðumenn verða valdir í dag, so var tað eitt løgið val, Gud gjørdi.

 

Eftir okkara meting í dag, var Móses ov gamal, hann var ikki væl skorin fyri tungubandið, hansara útbúgving var ikki dagførd, og hann hevði í alt ov mong ár verið burtur frá tí almenna lívinum. Harumframt var revsiváttan hansara ikki í lagi, av tí at hann var drápsmaður.

 

Kanst tú ímynda tær, at onkur vísir á ein sovorðnan mann til Føroya løgmann? Tann, sum kom við uppskotinum, hevði verið hongdur út í fjølmiðlunum sum ein láturligur býttlingur.

 

Latið okkum takka Gudi fyri, at Hann er ein øðrvísi arbeiðsgevari. Hann hyggur hvørki eftir aldri, útsjónd, fíggjarstøðu, prógvum, útbúgving, talugávum ella tignarstøðu. Gud er ein hjarta-Gudur og hyggur altíð eftir menniskjum, hvørs hjarta er heilt við Honum. Tá ið Hann finnur slíkar persónar, menn ella kvinnur, ungar ella eldri, við ella uttan útbúgving, við fáum ella mongum evnum og gávum, ger Gud tey út til tær uppgávurnar, Hann kallar tey til. So latið okkum trygt siga: “Harri, her eri eg, send meg!” MH. ec. ums