Minst til tey gomlu og einsamøllu

„Æra faðir tín og móður tína, so at tú mást liva
leingi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, vil geva tær! “
2.Mós.20,12

 

Tað er eingin, sum á dyrnar man banka,
eingin, sum spyr, hvussu eg fái tíðina at ganga.
Tá mátti eg, sum onnur svara,
at tað má eg einsamøll royna at læra.
Tað eru læstar dyr, sum fjala neyð,
tú kanst gott svølta, uttan at mangla breyð.
Ein, sum sessast og gevur sær stundir
at lurta og smílast, kann gera eitt undur.
Bara við at koma, skapar tú gleði,
dapurskygni hvørvur, tað gerst ljóst sum á degi.
Tað, sum einki kostar, er júst tað,
sum ger bæði teg og meg og mong onnur glað.
Karen Margrethe Slengerich, Søndervang. Effie Campbell umsetti