Kraftin í Jesu blóði
„Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.“
1.Jóh.1,7
Bjørn Bergmann
Jesu blóð er mítt evni, og eg kundi tosað í tímar um tað; men í dag vil eg bara nevna seks tættir um hetta málið. Tí Jesu blóð tað talar, og tað talar um mong ymisk evni. Í Hebr. 12,24 stendur, at Jesus er millumgongumaður fyri einum nýggjum sáttmála, og at hansara blóð, ástøkkingarblóðið, talar betur enn blóð Ábels. Og blóð Ábels, tað talar, tí skrivað stendur: “Men Gud segði: “Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróður tíns rópar til mín frá jørðini!” 1. Mós. 4,10.
1. Jesu blóð reinsar. “Tað var Gud, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra.” 2. Kor. 5,19. – Jesus bleiv gjørdur til synd okkara vegna. Hann tók allar heimsins syndir og legði upp á seg, og síðani gav hann okkum sítt rættvísi. Er hatta ikki eitt gott umbýti? “Tann, sum ikki visti um synd (altso Jesus), gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guds rættvísi í honum.” 2. Kor. 5,21. Hann er talsmaðurin. Hann talar gjøgnum sítt blóð. Jesus hevur gjørt alt, so at menniskju skulu blíva frelst við trúgv. Tað finst bara ein synd, sum læsir okkum úti frá Himmiríki, og tað er vantrúgv. “Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg.” Jóh. 16,9.
2. Himmalin er opin nú. Einaferð var tað ein maður, sum skuldi tala á einum seinnapartsmøti á einari legu. Fólk høvdu akkurát verið og fingið sær døgurða. Har lógu tríggir búffar, fýra epli og ein rúgva av grønmeti í búkinum; men kaffi høvdu tey einki fingið, tí tað skuldu tey fáa til millummála, og nú blivu tey so lin og sótu og nikkaðu við høvdinum. Tá er ikki stuttligt at vera hann, sum skal tala. Men hesin visti ráð. Hann fór upp á talarastólin og rópti: “Halló! Er tað nakar, sum dámar henda andan, sum ræður inni her, svøvnandan? Ná, ikki. Íðan, so haldi eg, at vit reka hann út! Latið okkum reisast og syngja Gudi lovsong!” Og tað hjálpti. Viðhvørt hoyra vit eisini fólk gremja seg um, at himmalin er læstur, tá ið tey biðja. Men hatta er ósatt. Bíblian sigur: “…hann vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið.” Hebr. 10,20. Vit ganga eftir einum livandi vegi. Tað hugsi eg altíð um, tá ið eg standi á rullutrappum ella eri í einari lyftu. Tú gert einki, men verður borin upp hagar, tú skalt. Og himmalin er opin, vit ganga undir einum opnum himli!
3. Fíggindskapurin er burtur. Gud er ikki óður longur. Eingin garður er longur millum jødar og heidningar, ella millum ymsar kirkjur og samkomur. Og tað er fyri neyðini! Djevulin hevur nóg leingi lumpað tey trúgvandi og fingið tey at spilt tíðina burtur upp á at kjakast sínámillum um ymsar lærusetningar, staðin fyri at brúka kreftirnar og tíðina at evangelisera. “Men nú … eru tit komnir nær við blóði Krists … hann breyt niður millumgarðin, sum gjørdi skilnað, fíggindskapin, tá ið hann í holdi sínum tók av lógina við boðorðum … Tí at við honum hava vit báðir partar í einum anda atgongd til faðirin” Ef. 2,13-15. 18.
4. Kraftin í blóðinum. Jesu blóð talar um, at maktin hjá syndini er brotin. “Tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá fedrunum, men við dýrmæta blóði Krists…” 1. Pæt. 1,18-19. Ein maður segði einaferð við meg: “Abbi mín hevði lyndi til hatta og hatta, og tað hevði pápi mín eisini, og eg havi arvað tann sama veikleikan. Tað liggur í slektini.” Tað er tvætl, tá ið talan er um trúgvandi menniskju. Vit lósu greitt og týðiligt her, at vit vóru keypt leys gjøgnum blóð Krists frá okkara vánaligu atferð, sum vit høvdu tikið í arv frá fedrunum. – Tað eru menn, sum boða eitt blóðleyst og sosialt evangelium. Tá verður boðskapurin turrur sum træ. Eingin saft og kraft er í honum. Nei, mær dámar tað gamla evangeliið. Tað boðar okkum, at vit eru fødd inn í eina nýggja familju, vit eru komin inn í eina nýggja blóðlinju, eingin vánaligur arvur frá fedrunum treingir ígjøgnum her.
5. Blóðið talar um, at Guds børn eru arvingar. Vit eru Jesu samarvingar. Róm. 8,17. Í sáttmálablóðinum eru vit arvingar. “… hann er millumgongumaður fyri nýggjum sáttmála, fyri at teir, sum kallaðir eru, skulu fáa fyrijáttanina um hin æviga arvin.” Hebr. 9,15. Summi siga, at vit arva einki, fyrr enn vit koma til himmals; men tað er skeivt. Aldri havi eg hoyrt um nakað menniskja, sum skuldi doyggja fyrst, áðrenn tað fekk arv. Nei, tá ið hann, sum letur arvin, doyr, fær tað menniskjað, sum stendur í arvaskjalinum, arvin. Og soleiðis er tað eisini á tí andaliga økinum. Deyði Jesusar mátti fara fram fyrst. “Tí at har, sum arvasemja er, har gerst tað neyðugt, at deyði hansara, sum semjuna gjørdi, verður kunnur.” Hebr. 9,16. Og vit fáa ein stóran part av arvinum, meðan vit eru her. “Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.” Matt. 6,33.
6. Djevulin hevur tapt. Jesu sigur er okkara sigur. “Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins og vegna orð vitnisburðar síns.” Opb. 12,11. Jesu sigur er okkara sigur. Hann tók okkara syndir upp á seg, og vit fingu hansara rættvísi afturfyri. Hetta er eitt gott og undurfult umbýti. “.. hann fyrigav okkum allar misgerðir okkara, og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.” Kol. 2,13-14. “Synden er sonet og skylden betalt.”
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

