Undir aldunum

„Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: »Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.« “
Matt.19,26

 

 

Eg skal her greiða frá einari undursamari hending, sum ein gomul einkja upplivdi. Hon átti bara ein son, og hann kallaðist Jim Brown. Henda mamman hevði biðið nógv fyri soni sínum, sum var sjómaður; men hann læt sjáldan frætta frá sær.

 

Ein dagin kom ein maður til hennara lítlu smáttu við teimum sorgarboðum, at skipið, við soni hennara og 80 øðrum umborð, var gingið burtur í Kyrrahavinum, og bara 20 teirra vórðu bjargaðir. Gamla Martha Brown bað mannin so bønliga siga sær, hvussu Jimmie doyði; men hann hvepti seg at gera tað. At enda slakaði hann og segði: “Hann hvarv niður í dýpið, meðan hann blótaði og bannaði móti Gud.”

 

Henda gamla mamman skalv, sum hevði hon fingið eitt slag. Men tá ið hon hugdi uppaftur, sá hon sín yndistekst hangandi á vegginum: “Hjá Gudi er alt gjørligt.” Matt. 19,26. Meðan hon peikaði upp á myndina við hesum teksti, segði hon: “Sjálvt eftir at eg havi hoyrt hetta, trúgvi eg, at Gud hevur frelst hann. Harrin kundi jú havt møtt honum undir aldunum!”

 

So gingu meir enn seks mánaðir. Martha búði einsamøll, røktaði urtagarðin og livdi í einum tøttum og inniligum sambandi við sín Frelsara. Lív hennara var Krists góði angi fyri øll tey, hon búði millum. 2. Kor. 2,15. Altíð hevði hon eitt smíl til teirra, sum hon hitti, og hon var til signingar fyri øll, sum hon kom í samband við.

 

Í mong ár hevði Jim verið ein sorgarsonur hjá gomlu móður síni. Hann hevði ivaleyst á sín grova hátt víst, at hann var góður við hana. Men altíð hevði hann ein eið á vørrum sínum og spottaði alt, sum hevði við trúgv at gera, og harafturat var hann vátligur. Alla hesa tíðina hevði henda trúfasta mamman biðið og trúð, at Jim fór at verða frelstur.

 

Jólaaftan fekk hon eitt bræv. Skundisliga læt hon brævbjálvan upp. Tað var, sum skriftin dansaði fyri eygum hennara, meðan hon las: “Góða mamma, eg eri á lívi enn og komi heim í dag. Prísaður veri Gud. Hann hevur frelst bæði mítt likam og mína sál. Tín kæri sonur Jimmie.”

 

Martha Brown legði brævið á borðið: “Prísaður skal Harrin vera,” segði hon, “hjá Honum er alt gjørligt.”

 

Um kvøldið, tá ið hon setti seg í frið og náðum í hvíldarstólin framman fyri kaminuna, bankaði onkur á dyrnar. Hon fór á føtur og læt upp, og har møtti hon soni sínum á gáttini.

 

“Jimmie, endiliga ert tú her, góði. Prísaður veri Gud, at tú livir!”

Hann var nógv broyttur, tynri og bleikari; men hann hevði eitt nýtt yvirbrá í andlitinum, og eina nýggja glæmu í eygum sínum. So segði Jim mammu sínari, hvussu tað bar til, at hann enn var á lívi. Tá ið hann var um at drukna, hevði hann krøkt seg í ein flótandi bjálka, og tá ið nakrir tímar vóru farnir, var hann førur fyri at svimja í land. Her møtti hann einum fiskimanni, sum bar hann yvir í smáttu sína. Í fleiri vikur var hann í lívsvanda, og tá ið hann at enda var uttan fyri allan vanda, var hann ov ússaligur at fara undir ta longu ferðina heim. At enda forvann hann sær eitt sindur við fiskiskapi, og síðani tók hann sær hýru á einum skipi, og á tann hátt kom hann heim.

 

Martha Brown lurtaði spent, og tá ið hann var liðugur at siga frá, spurdi hon ágrýtin: “Men, Jimmie, hvar var tað, at tú komst at kenna Kristus sum tín Frelsara?”

 

“Mamma,” segði hann, “Harrin møtti mær undir aldunum.”

Hon hvakk við, tá ið hon hoyrdi tey somu orðini, sum hon sjálv hevði brúkt. Sonurin helt á: “Tað var, sum sá eg alt mítt synduga lív, og eg rópti: Harri, frels meg! Og tað gjørdi Hann.”

Effie Campbell umsetti