Ávøkstur – frukt
„Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. “
Jóh.15,5
Vit lesa í Jóh. 15,2 og 5: “Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst (eingin frukt), hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst (frukt), reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst (fleiri fruktir) … Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst (nógvar fruktir), tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.”
Onga frukt – frukt – fleiri fruktir – nógvar fruktir. Munnu hesi orðini ikki bera møguleikar fyri hvørja einastu grein á víntrænum? Bara tey, sum bera miklan ávøkst, nógva frukt, dýrmeta Faðirin. “Av hesum verður faðir mín dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir.” Jóh. 15,8.
Hvat fyri slag av frukt er tað, Gud væntar at finna á greinini? Tað sigur hann okkum í Gal. 5,22-23: “Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald. Móti slíkum er lógin ikki.”
Gev tær far um, at her stendur “ávøkstur” og ikki “ávøkstrir”. Tað er bert ein drúvuklasi, og allir teir níggju vøkru eginleikarnir eru neyðugir fyri at fáa Kristi sonnu og vøkru mynd fram.
“Trompeten for Kristus” Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

