Hann fekk hjálp í kirkjuni
„Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum.« Annað er hetta: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.« Einki annað boð er størri enn hesi.« “
Mark.12,30-31
Vit vóru farin til føstugudstænastu í Vesturkirkjuni. Prestur talaði um Jesus í Getsemane urtagarði, og so kom hann inn á Judas. ”Tað er ringt at verða svikin av tínum vini,” segði hann. ”Tað er næstan so, at tú heldur vilt hava eitt spýtt beint í andlitið frá tínum fígginda, enn hetta sleiska upp í eyguni. Tú heldur, at viðkomandi er tín vinur, og so hevur hann eina loyniliga dagsskrá við sínum smikursøta atburði. Eg hugsi, at vit fata ikki heilt, hvussu vónsvikin Jesus var av vini sínum. Teir høvdu jú fylgst í trý ár, og nú sveik Judas menniskjusonin við einum kossi.”
So fór prestur at siga frá einum tilburði úr egnum lívi. ”Tá ið eg las niðri í Keypmannahavn, arbeiddi eg eisini sum sjálvboðin í Mariu kirkjuni á Vesturbrúgv. Henda kirkjan verður eisini kallað Narkokirkjan, av tí at nógvir rúsevnismisbrúkarar koma har. Teir fáa heit og góð klæðir, eina máltíð og eitt prát, og tað eru júst hesi tingini, teir treingja til. Ein annar maður arbeiddi saman við mær. Tað sást týðiliga, at hesin maður sjálvur hevði verið misbrúkari fyrr.
Ein dagin komu vit í prát, tá segði hann: ”Eg havi ongantíð í lívinum fingið nakra viðurkenning. Sum blaðungur drongur rendu foreldur míni meg út. So gjørdist eg heimleysur. Tá byrjaði eg at taka rúsevnir. Eg bleiv kortini giftur og fekk tvey børn; men so rendi konan meg út. Hon orkaði ikki hetta lívið, og børnini vildu einki samband hava við pápa sín. Tey skammaðust. Men so kom eg inn her í Mariu kirkjuna, og her fekk eg viðurkenning og bleiv góðtikin, sum tann eg var, og tað gav mær kraft at sleppa burtur úr rúsevnismisbrúkinum, og nú havi eg fingið gott samband aftur við børnini og konuna, og nú hjálpi eg øðrum, sum eru í somu støðu, sum eg var í,” endaði maðurin.
Edvard Poulsen

