Guds unga manning 3:3
„Hann hevur gjørt mín munn sum hitt hvassa svørðið og fjalt meg undir skugga handar sínar; til brýnda ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa; “
Jes.49,2
Vil hann so brúka meg, tá ið hann hevur reinsað meg? Ja, bíða eitt sindur! Tað er enn nakað, sum tú mást læra. “Til blankan ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa.” Tú skalt læra at vera stillur og ikki renna sjálvur! Hevur hann reinsað teg, so goymir hann teg í sínum ørvahúsa, og har mást tú liggja stillur og kanska læra ta torførastu læruna fyri okkara óróligu natúr: at bíða eftir Harranum, at bíða púra stillur, til hann tekur teg fram og leggur teg á strongin.
Tað er ringt at liggja stillur og bíða, tá ið tú heldur, tað er so nógv, sum gerast skal; men fjáltur og ófriður avrika einki her. Ein og hvør ørv, sum Harrin skal kunna brúka, má læra tann týdningarmesta setning at liggja púra still, goymd í ørvahúsanum, til hann tekur hana fram.
Sául kongur lærdi ongantíð tann setningin, og tí misti hann sítt kongaríki. Mong eru vorðin andaliga ónýtilig, av tí at tey ikki hava lært at bíða eftir Harranum. Tað er bert, tá ið ørvin verður skotin út av Guds hond, at hon røkkur máli sínum og útinnir tað, sum hann vil. Gud kemur ongantíð ov seint, og ein ørv, sum er skotin av honum, avrikar meir enn 100 ørvar, sum runnu sjálvar uttan at bíða eftir Guds tíma.
Men nú eru tað vist summi, sum drýpa høvur og hugsa: Hvat eri eg, at eg skal kunna avrika okkurt fyri Harran? Eg havi ongar gávur, ongan dugnaskap, einki dirvi – men lurta nú: Tað er jú ikki ørvin, sum avger, hvat hon skal gera, men hondin, sum skjýtur ørvina avstað. Er tann hondin sterk, so kann sjálvt hin veikasta ørvin avrika undurverk.
Latið okkum lesa orðið rætt! Tað stendur ikki: “Sum veldigar ørvar í hond Guds, so eru ungdóms synir,” man harafturímóti: “Sum ørvar í hond hins veldiga …” Sum tað er signað fyri tann, sum leingist eftir at verða ein sovorðin ørv, men kennir seg so ódugnaligan. Hvussu vóru lærisveinarnir? Ólærdir, einfaldir fiskimenn – men lagdir í Guds hond blivu teir ørvar, sum flugu út um heimin og løgdu fíggindar í túsundatali fyri Guds føtur og gera tað dagin í dag.
Tá ið Hudson Taylor varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann kundi avrika so stór verk í Kina, svaraði hann: “Gud leit seg um eftir einum manni, sum var nóg neyðarsligur, so hann fekk brúkt hann í Kina, og hann fann meg.”
Tað er ikki ein einasti, sum lesur hesar reglur, sum Gud ikki kann og vil brúka sum eina ørv í sínari tænastu, um bert tú vilt lúka treytirnar: leggja teg fult og heilt í Harrans hond, lata hann reinsa teg frá syndarinnar gravrusti, liggja kvirrur í ørvahúsanum, til hann tekur teg fram, og ongantíð rokna við egnari megi og dugnaskapi, men bert við tí veldigu hondini, sum skjýtur teg avstað.
Gud skal geva tær kraft til at virka fyri hann, so tú, sum ert hin allarveikasti og ússaligasti, vilt blíva tað, sum hjarta tínum leingist eftir: ein sálarvinnari fyri Jesus, ein blonk ørv í hond hins veldiga!
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

