Onga adressu at venda tær til?

„Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi
til tykkara. “
1.Tess.5,18

 

Nú eitt kvøldið var eg á møti í „Fagranesi“, sum er Blákross Kaféin inni í Runavík. Ein kona endaði sín vitnisburð við at siga: „Skammist ikki við at vitna um Jesus!“

 

Nei, sanniliga mugu vit ikki skammast at vitna um Jesus. Hann skammaðist ikki við at doyggja ein pínufullan deyða fyri okkum. Ateistarnir (gudloysingarnir) skammast ikki við at breiða seg út um sítt gudloysi og vitna, at teir trúgva ikki upp á Gud ella Jesus.

 

Fyri nøkrum árum síðani kom eg í prát við eina unga konu, sum eg kendi. Hon segði mær, at stjórin á arbeiðsplássi hennara var ateist. Hann trúði ikki upp á Gud ella Jesus, og tað fjaldi hann ikki fyri. Ein morgun, tá ið hon fór til arbeiðis, var veðrið av tí allar besta. Tá ið hon steig innum, var stjórin longu komin. „Sum hetta er ein undurvakur morgun. Ja, vit hava nógv at takka fyri,“ segði hann.

 

Henda konan var skjót at fanga handa bóltin og segði: „Ja, vit hava nógv at takka fyri. Men hvagar vendir tú tær við tínari tøkk? Hvørjum  takkar tú? Tú hevur jú onga adressu at venda tær til!!“

 

Hann fekk ikki orðið upp og hugdi bara undrandi upp á hana. Men hann hevði fingið okkurt at hugsa um. Effie Campbell