SpíraBRAK við Tjarnir sunnudagin
Sunnudagin 25. oktober verður stórt barna- og familjutiltak við Tjarnir. Stóra kórið frá Sangfagnaðinum við umleið 200 børnum fer at syngja. Harumframt verður bíbliuleikur, og spíravinir vitja.
Í sambandi við Stórmøtini hjá Kirkuligu Heimamissiónini vikuskiftið 23.-25. oktober verður stórt SpíraBRAK sunnudagin klokkan 15.
Talan er um størsta sunnudagsskúla í landinum, tá ið børn allastaðni úr Føroyum vera við. Saman við foreldrum, ommum og abbum og nógvum øðrum er ætlanin at fylla stóru høllina við Tjarnir.
Felagskór frá Sangfagnaðinum syngur
Til tiltakið fer kórið frá Sangfagnaðinum, sum telur umleið 200 børn, at syngja. Sangfagnaðurin, sum var í Leguhúsinum í Nesvík í heystferiuni, hevði 10 ára jublieum í ár, og var tí nógv gjørt burturúr. Børn úr øllum landinum komu saman í tríggjar dagar at læra fleiri nýggjar sangir. Hetta endaði so við tveimum útseldum konsertum í høllini í Nesvík leygardagin.
Stóra felagskórið frá sangfagnaðinum fer aftur at syngja til SpíraBRAKIÐ sunnudagin klokkan 15.
Til SpíraBRAKIÐ verður eisisi ein bíbliuleikur, og harumframt fara Reyða Leyva og aðrir spíravinir at vitja.
– Vit gleða okkum til sunnudagin og vóna at síggja nógv børn og vaksin úr øllum landinum til SpíraBRAK við Tjarnir, sigur Vivian Ole-Jacobsen, leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Spírar við nýggjari røð og heimasíðu
Spírar gjørdist 1. januar í ár partur av barnaarbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Spírar er ein talgildur sunnudagsskúli og røð av føroyskum barnasendingum, sum bera gleðiboðskapin og kristnu siðalæruna til børn á ein skapandi og mennandi hátt.
Endamálið er at geva børnunum tað besta – gleðiboðskapin um Jesus.
Í sambandi við SpíraBRAK sunnudagin kemur fyrsti partur av Spírum 2 út saman við nýggjari heimasíðu. Har ber til at síggja kristiligar barnasendingar, bíbliusøgur, sangir, kreativa hornið og nógv annað á føroyskum – heilt ókeypis. Tað serliga serstaka við spírar.fo er, at tað er trygt hjá børnum at hyggja uttan at lýsingar ella óviðkomandi filmsbrot koma fram.
Kringvarpið fer eisini eftir ætlan at senda tilfar frá Spírum.
Tá ið SpíraBRAK er liðugt sunnudagin er Spíraland við hoppiborg til børnini, og øll eru boðin til nátturða áðrenn møtið, sum verður kl. 18.
Trúboðin




