Kreativ boðan og nýggir vegir til trúgv
Danski evangelisturin Torben Østermark vitjaði í Føroyum í farnu viku, har hann millum annað gav umleið 40 sunnudagsskúlalærarum íblástur til kreativa boðan og greiddi frá sínum royndum við vaksandi áhuganum fyri kristnari trúgv í Danmark.
Mikukvøldið vóru umleið 40 sunnudagsskúlalærarar úr ymsum støðum í Føroyum savnaðir til íblásturskvøld á Strondum. Her undirvísti Torben Østermark í kreativari boðan og vísti fleiri av teimum amboðum, sum hann sjálvur brúkar til at bera evangeliið fram.
Luttakararnir fingu høvi at síggja alt frá vøkrum myndum og pappírsklippum til smá, óvæntað kynstur. Torben vísti eisini, hvussu hann brúkar sína talu- og teknitalvu, eitt sokallað sketchboard, til at gera boðskapin í evangeliinum sjónligan við tekningum, orðum og litum.

Felags fyri ymisku háttaløgini var ynskið um at gera evangeliið livandi og lættari at skilja og minnast.
Nýggjur opinleiki fyri trúnni
Fyrr sama dag var Torben Østermark gestur á trúboðarafundi hjá Heimamissiónini, har hann greiddi frá sínum evangelisatiónsarbeiði í Danmark.
Hann upplivir, at tað seinastu 3-4 árini er komin ein heilt nýggjur opinleiki fyri samrøðum um kristna trúgv. Fólk, sum áður kanska ikki høvdu sýnt kristindóminum serligan áhuga, eru nú forvitin og vilja fegin tosa um Jesus.
Hetta gav høvi til eitt lívligt orðaskifti millum trúboðararnar. Torben greiddi millum annað frá, at hann enn ikki hevur hitt eitt menniskja, sum er farið at leita eftir Jesusi, tí viðkomandi var tyngdur av skuld og syndaviðurkenning. Fólk byrja hinvegin at leita eftir Jesusi av nógvum ymiskum orsøkum.
Hjá summum byrjar leiðin til Jesus við eini kenslu av tómleika ella longsli. Tað er ofta ikki fyrr enn tey læra hann at kenna og byrja at ganga saman við honum, at ásannanin av syndini og tørvurin á fyrigeving vaksa fram.
Eitt annað evni í samrøðuni var, hvussu vit taka ímóti fólki, sum koma inn í okkara kristnu felagsskapir, eftir at tey longu hava havt ein persónligt møti við Jesus og gingið fyrsta strekkið á trúarleiðini uttan at vera partur av einum kristnum felagsskapi.
Hvussu møta vit fólki, sum longu trúgva á Jesus, men sum enn ikki kenna okkara siðvenjur og okkara máta at vera kristin saman? Og hvussu hjálpa vit teimum víðari á trúarleiðini?
Hóast tær báðar løturnar høvdu ymiskt fokus, snúðu báðar seg um at bera sama evangelii til ymisk menniskju. Tí hóast boðskapurin í evangeliinum er óbroyttur, kunnu bæði mátin, vit bera hann fram, og leiðin hjá tí einstaka til trúgv vera sera ymisk.

Carsten Fonsdal Mikkelsen

