Beate Højlund til minnis!

Sunnunáttina,19. juni, doyði Beate Højlund, fyrrverandi prestafrúa í Kvívík, 96 ára gomul.

Beate var fødd 25. september 1925 í Norra og vaks upp sum prestadóttir í Bergen. Í 1947 varð hon trúlovað Asger Højlund úr Danmark, og tey giftust í 1950. Asger var fyrst prestur í Keypmannahavn, men kom í 1952 til Kvívíkar at vera prestur, og gjørdist formaður fyri Kirkjuligu Heimamissiónini. Tey vóru prestafólk í Kvívík til 1960, tá leiðin aftur gekk til prestatænastu í Keypmannahavn.
Í 1966 fluttu tey til Hirtshals, har Asger var prestur, til hann brádliga doyði í 1971, bara 48 ára gamal.
Sostatt gjørdist Beate einkja sum 45 ára gomul við sjey børnum.
Hon hevur búð í Hirtshals síðani.

Eg kom at kenna Beate fyrst í 1990-unum, tá eg av og á hevði føroysk møtir í missiónshúsinum í Hirtshals. Beate var ein livandi og virkin Jesu lærusveinur, sum luttók í kirkjuliga- og missiónsarbeiðunum í Hirtshals og um landið.
Kirkjan og missiónshúsið vórðu hennara andaligu heim, og í missiónshúsinum hevði hon ofta orðið, eisini á føroyskum møtum. Hon brann fyri missión og var millum annað virkin í fleiri sunnudagsskúlum, sjómanskvinnuringum, og var ofta nýtt sum talari.
Í heimi hennara var føroyski sjómanskvinnuringurin í Hirtshals stovnaður 1981. Hon lovaði at fáa gongd á arbeiðið, men segði, at hon ikki hevði tíð ella orku at verða fast við í ringinum, tí hon var við í fleiri øðrum missiónsarbeiði.

LES EISINI  Asta Poulsen til minnis

Kærleikin og sambandið við Føroyar varðveitti Beate til tað síðsta. Á heystið 2005 var hon og vitjaði Føroysku sjómansmissiónina. Tá varð skipað fyri felagskvøldum fyri sjómanskvinnuringarnar, har Beate segði frá, eisini frá árunum í Kvívík. Tað vóru sera góð kvøld. Beate var sera fegin at síggja kend fólk aftur og at koma meiri runt í Føroyum í eina viku í 2005 enn árini 1952 – 1960.
Beate skrivaði nógv og millum annað lívssøgu sína: “Tro, håb og havregrød.”
Har skrivaði hon fleiri síður um árini í Føroyum.
Beate var frísk, virkin bæði handaliga og andaliga til tað síðsta. Jesus, sum hevði fylgt henni frá barnaárunum av, var trúgvur til tað síðsta.
Hon sovnaði stillisliga inn í Jesu armar í heimi sínum í Hirtshals.

Bíblian sigur:
Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir! Heb. 13,7

LES EISINI  Eisenberg Hansen til minnis

Ærað veri minnið um Beate Højlund.

Torleif Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina