ALS-sjúklingur kendi seg kroystan til at beina fyri sær sjálvum

Ein kanadiskur maður valdi at gera sjálvmorð við læknahjálp, tí heilsuskipanin í landinum noktaði honum nøktandi røkt heima.

Tann 41 ára gamli Sean Tagert doyði við læknahjálp 6. august. Sambært lækna hansara hevði Sean Tagert tørv á røkt allar 24 tímarnar um samdøgurið. Almenna heilsutilboðið frá Vancouver Coastal Health var røkt í 15 – 20 tímar um døgnið, meðan hann sjálvur skuldi gjalda fyri írestandi tímarnar. Men tað hevði hann ikki ráð til.

Sean Tagert fekk í 2013 staðfest ALS, og hann hevði longu brúkt alla uppsparing sína til at gera heimið brekvinarligt. Hann hevði til dømis EyeWriter, ið hjálpti honum at samskifta við familjuna og røktarfólkini við eygnarørslum.

Valdi deyðan av vónloysi

Vancouver Coastal Health hevði bjóðað Sean Tagert røktarheimspláss, sum tað tók 5 tímar at koyra til heimanífrá. Hesum tók sjúklingurin ikki av, tí tað hevði gjørt skilnað við 11 ára gamla sonin. Harumframt var røktarheimið ikki innrættað til ALS-sjúklingar, ið ikki kunnu flyta seg og hvønn einasta dag hava tørv á eitt nú tracheostomirøkt – viðgerð í barkanum. Heima var Tagert førur fyri at samskifta við sjúkrarøktarfrøðingar og viðgerðar, men henda skipan dugdi ikki á einum størri røktarheimi við støðugt skiftandi starvsfólkum.

LES EISINI  Ynski hjá lívstíðarfanga um at gera sjálvmorð skapar kjak í Sveis

Á Facebook dagin eftir deyða Tagerts bønaðu og bóðu tey, ið eftir sótu, stjórnina um at “viðurkenna álvarsomu trupulleikarnar við ALS, bæði hjá teimum sjúku og familjum teirra.”

Málið hevur skapt nógv kjak, eina helst hjá teimum ið eru ímóti læknastuðlaðum sjálvmorði.

– Tá tú noktar at veita neyðugu røktina, kann ein menniskja í vónloysi finna uppá at biðja um samkensludráp, segði Alex Schadenberg, sum er fyrisitingarligur stjóri í felagsskapinum Euthanasia Prevention Coalition við LifeSiteNews. – Eg segði frammanundan, at hetta fór at henda, og tíverri er tað nú veruleiki, legði hann aftrat.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina