Matteus 12,43-50

Teksturin í dag er Matteus 12,43-50

Andrias Magnussen lesur.

v43 Men tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, flakkar hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu, men finnur hana ikki. v44 So sigur hann: «Eg vil venda aftur til hús mítt, sum eg fór úr.» Og tá ið hann kemur, finnur hann tað tómt, sópað og prýtt. v45 Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum eru verri enn hann sjálvur; og teir fara inn og seta búgv har, og hitt seinna hjá tí menniskjuni verður verri enn hitt fyrra. Soleiðis man eisini fara at gangast hesi óndu slekt.»

Jesu rætta skyldfólk
v46 Meðan hann enn talaði til mannamúgvurnar, sí, tá stóðu móðir hansara og brøður hansara fyri uttan og royndu at fáa hann í tal. v47 Og onkur segði við hann: «Sí, móðir tín og brøður tínir standa her fyri uttan og spyrja eftir tær at hitta teg.» v48 Men hann svaraði og segði við tann, ið segði honum tað: «Hvør er móðir mín og hvørjir eru brøður mínir?» v49 Og hann rætti hondina út yvir lærusveinar sínar og segði: «Sí, hetta er móðir mín og brøður mínir! v50 Tí at hvør tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum, hann er bróðir mín og systir mín og móðir mín.»