At halda hvíludagin heilagan

Skrivað: Jóannis Fonsdal

Hvíludagurin varð innsettur í Paradís, og varð til fyri menniskjunnar skuld og ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld, sigur Jesus. Endamálið er, at likamið skal hvíla og uppfrískast og sálin signast og uppbyggjast. Likamligi tørvur menniskjans krevur ein hvíludag. Menniskjað er samsett soleiðis, at tí tørvar minst ein hvíludag sjeynda hvønn dag. Royndir vísa eisini, at halda vit ikki hvíludag, gongur tað út yvir bæði likam og sál.

Luther sigur: At halda hvíludagin heilagan er at hoyra Guds orð og gera heilagar gerningar, elska næstan og geva honum tað, honum manglar, at vera lýðin, miskunnsamur, hjálpsamur til ráð og troyst og geva fátækum mat o.s.fr. Tað er røtt gudstænasta, ið Gudi lýkar.

Jesus gevur okkum ikki neyvar reglur um, hvat vit kunnu loyva okkum at gera ein hvíludag, men ein góð meginregla er, at dagurin skal bróta frá hinum við tað at vit ikki fáast við okkara dagliga arbeiði og í størri mun enn hinar dagarnar lata okkum uppbyggja andliga. Í hesum mugu vit geva hvør øðrum frælsi og ikki leggja óbíbilsk bond hvør á annan og vera eins og fariseararnir, ið settu ótrúliga neyvar reglur upp fyri, hvat, ið var loyvligt og ikki loyvligt at gera hvíludagin.