Avnoktan Pæturs
Vit kenna øll frásøguna um avnoktan Pæturs. Jesus, sum fortelur lærusveinum sínum, at teir allir sum ein fóru at fáa meinboga av honum, tá hann var tikin. Pætur, sum var so púra vísur í, at um so allir hinir fóru at svíkja Jesus, ja so fór hann ikki at gera tað. Og síðan Jesu aftursvar – áðrenn hanin gelur, hevur tú avnokta meg tríggjar ferðir.
Tað ljóðar ikki so trupult, havi eg onkuntíð hugsa. Áðrenn hanin gelur, hvussu ringt kann tað vera? Talan er kanska bert um nakrar tímar. Og so hoyra vit um at ein arbeiðsgenta kennir Pætur aftur, sum ein av Jesu lærusveinum. Ein arbeiðgenta. Ikki ein prestur, ella ráðharri, ella annar høgur harri. Nei, ein arbeiðsgenta:
“Tú vart eisini við Jesusi…” Men hann noktaði fyri tí, so at allir hoyrdu… Matt. 26,69b-70a.
Ein arbeiðsgenta, var tann fyrsta sum vit hoyra um, sum talaði við Pætur. Ikki man hon hava verið høgt í metum, og allíkavæl var Pætur bangin, og noktaði fyri at kenna Jesus.
Eg havi mangan hugsa, at tað var gott at tað var ein Pætur millum Jesu lærusveinar. Tað er so gott eisini at hoyra um at Jesu lærusveinar, vóru menniskju eins og tú og eg. Full av feilum eisini. Teir, sum stóðu Jesusi nærmast, svíktu hann, ivaðust.
Eisini eg svíkji, ivist. Tali ikki, tá eg burdi. Og tegi ikki, tá eg burdi. Men eins og Pætur fann náði og fyrigeving, so er eisini fyrigeving hjá mær, og hjá okkum øllum at finna hjá Jesusi. Vit skulu bert venda okkum til hansara í bøn.
Takk Jesus, at tín náði og fyrigeving, altíð er størri enn míni mistøk og svik.
Amen.