Bíða í kvirru
“Bíða í kvirri, sál mín, Gudi, vón mín kemur frá honum! Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast” (Sl 62,6-7).
Hesi orðini hava havt sera stóran týdning fyri meg í nógv ár. Vit kenna óivað øll til at vera sera ótolin og vilja fegin hava, at tað, sum vit tráa eftir og biðja um, helst skal henda við tað sama. Men í hesum versum minnir Gud okkum á at bíða. Bíða í kvirru.
Hvat merkir tað so fyri teg og meg? Gud vil, at vit hava samfelag við hann dagliga, bæði í bíbliulesnaði og bøn. Men vit hava tíverri eisini ein freistara, sum altíð vil órógva okkum, tá vit koma til Jesus. Hann órógvar okkara tankar og sinni fyri at avleiða okkum frá at lesa og biðja. Men takk fái Gud fyri, at hann hevur vunnið á sátani. Hann vil hava samband við okkum dagliga, og tí er tað bert upp til okkum at søkja hann í orði og bøn.
Tí skal mítt ynski vera, at vit lata Jesus fáa pláss í okkara lívi, so hann sleppur at fylla okkum.