Bygg á hellubotn

Skrivað: Heri Tróndheim

"... og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni" (Matt 7,25).

Jesus endar fjallataluna við einum líknilsi um tveir menn, sum bygdu hvør sítt hús. Annar var vitugur, og hin var fávitskutur. Tann vitugi bygdi hús sítt á hellubotn, men hin fávitskuti bygdi á bleytan sandbotn. Hvør tann, sum hoyrir orðið og ger eftir tí, hann skal líknast við tann vituga mannin, sum bygdi hús sítt á hellubotn. Tá ið glopraregnið brast á, og stormarnir leikaðu og dundu móti húsi hansara, stóð tað trygt. Og hvør tann, sum hoyrir orðið og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við tann fávitskuta mannin, sum bygdi hús sítt á bleytan sandbotn. Tá ið glopraregnið brast á, og stormarnir leikaðu og dundu móti húsi hansara, fall húsið, og fallið var stórt.

Tað er einki í okkum sjálvum, vit kunnu byggja trúarlívið á. Tað er grundfest á einum heilt øðrum staði, sum er púra trygt. Tað dugir ikki at styðja seg við, at eg ein dagin gjørdi av, at nú skuldi eg fylgjast við Jesusi. Ta løtuna ásannaði tú bara, at tú ikki kláraði lívið sjálv/ur; men mátti venda tær frá tær sjálvum og til ein annan, sum tú hevði hoyrt um. Men hetta var bert ein byrjan; tú gjørdi av at venda um, at ganga eina nýggja leið. Gud vælsigni teg á tí vegnum.