Dugir tú at lurta?

Skrivað: John Mortensen

Í eini kanning herfyri vóru fólk, sum leita sær eftir einum maka, spurd, hvørjar eginleikar tey virðismettu hjá einum komandi maka. Tá svaraðu nógv: – Eginleikin at lurta.

Tað at duga at lurta vísir okkara maka, at vit virða tey, at vit hava áhuga og at vit raðfesta at seta tíð av til teirra.

Helst hevur Gud tað á sama hátt – hann elskar ein góðan lurtara – ein, sum hoyrir. Matteus 13,9: ”Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri.”

Flestu okkara hava tvey oyru, so hvat meinar Jesus við, tá hann sigur hetta? Tí tað er eyðsæð, at hóast øll hava oyru, so hava vit trupult at hoyra, tí vit minnast einans áleið 25% av øllum tí, sum vit hoyra.

Jesus vil, at vit skulu seta okkum tað fyri, ikki bara at hoyra, men at lurta, so at vit skilja og fata, hvat Jesus sigur við okkum. Vit hoyra ofta Jesus best, tá vit søkja hann í tí stilla, í friði og í okkara andaktstíð. Tí kann tað vera truplari enn nakrantíð at hoyra Guds stillu rødd við øllum ófriði, tólum og miðlum, sum vit hava rundan um okkum.

Tí hevur tað stóran týdning, at vit raðfesta okkara stillu løtur, lesa í Guds orði og hoyra, hvat hann hevur at siga við okkum.

”Søkið tí Harran, Gud tykkara, av hjarta og sál…” (1 Krýn 22,19)