Eg man ganga undan tær

Skrivað: Mourits Mouritsen

Eg man ganga undan tær og rudda bágsteinar burtur; hurðar av kopari man eg bróta og støkkja jarnlokur sundur, (Jesaja 45, v 2)

At ganga Guds vegir hevur ofta trupuleikar við sær.

Á vegnum møta vit hurðum av kopari, sum eru  smíðarar við píkum við jarn-sláum fyri.

Mótgongd og neyð mugu ikki fáa okkum at trúgva, at vit ikki longur eru, hvar Gud vil hava okkum.

Hettar geldur í familiu, á arbeiðsplássi ella í Guðs meinigheit.

Aftan á 70 ár í Bábylon vóru ikki stórir møguleikar fyri, at Ísraels fólk nakrantíð skuldu fáa loyvi, at síggja Jerusalem aftur.  Harrans fólk bleiv ført út úr trælalandinum. Nakar menniskjaligur møguleikið var tað ikki, men Harrin greyp inn.

Gud er Gud. Hann førdi Ísrael.

Soleiðis er tað eisini í tínum lívið. Tú kundi ikki frelsa teg sjálvan.

Gud greyp inn. Han reisti fyrigevingar træð á einari høvd uttan fyri Jerusalem, og har læt hann sín son doyggja fyri teg og meg.

Jesus tók alla heimsins synd við sær upp á træði

Jesus var raktur av Guds vreiði, fyri at hvør tann, sum her vendir sær til hann, skal frelsast.

Soleiðis vil hann eisini gera við teg. Eg og tú mugu aftur og aftur til Golgata, og síggja hvat Gud hevur gjørt fyri teg og meg.

Andlit til andlit við Guds kærleiksoffur sigur hann til tín, at hansara hjarta ikki er broytt yvir fyri tær.

Trupuleikarnar vil hann javna út.  Gud sigur:: “Eg man ganga undan tær og rudda bágsteinar burtur; hurðar av kopari man eg bróta og støkkja jarnlokur sundur.”

Kanska heldur tú, at Gud hevur ført teg eftir smølum gøtum og myrkum vegi. Tað er, sum tær ongantíð fáa nakran enda. Men tað gera tær.  Gud letur ongantíð sítt barn enda í mótloysið. Sólin rísur aftur av nýggjum. Fyri nøkur hendur tað fyrst í ævinleikanum, men tey flestu førur Gud út í opið land longu her á jørð.

Róm 8, 28 & 31 sigur. Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kalla. Er Guð við okkum, hvør er tá ímóti okkum?

Hevur tað verið tín gleði, at fylgst í fleiri ár saman við Jesusi, vilt tú hava gjørt eina vælsignaða erfaring.

Aftur og aftur hevur Harrin ført teg út úr trongdum, tá ið tú ákallaði á Hann í tíni neyð. Tú mást við frímóði latað munn tín upp á vítt gap, og biðja Gud um tað størsta. Tú skal ikki halda teg aftur. Harrin vil hoyra tína bøn.

Tí skalt tú eisini í dag við fríðmóði trúgva á Gud.

Hygg ikki á tína egnu óverdigheit og læt hana ikki seta Guds lyftir út av kraft. Nei, vend tíni eygu inn móti Harrans náði. Guds kærleiki til tín hevur jú ikki sína grund í, at tú ert verdur til at vera elskaður. Men skyldast eina og aleina, at Guds hjarta brennur av kærleika til tín.

Tú ert ikki gloymdur av Gudi. Hann sær teg, sjálvt um hann gongur framman fyri teg.

Tá ið tú kemur longur fram, skulu eisini tíni eygu opnast.

Gud hevur javnan forðingarnar.

Tað størsta av øllum er at vera frelstur.

Kennur tú spurningin: Man, eg nakrantíð náa málið? Verði eg ikki ein av teimum mongu, sum bukka undir á vegnum?  Samstundis livir vónin í hjartanum: Um eg bara einaferð má kunna seta mínar føtur í tað nýggja Jerusalem!

Læt tín munn upp! Bið Harran um at frelsa teg. Hann má føra teg, sum hann førdi Ísraels fólk gjøgnum oyðumørkina.

Lurta eftir hansara svari.

Harrin vil gjøgnum sítt egna orð lata teg vaksa í trúnni. Heilagi andin berð Guds orð inn í títt hjarta. Tá ert tú ikki í iva. Harrin skal føra tað ígjøgnum fyri teg.

Tú skal náa málið.

Tú skal vera í tí stóra skaranum, sum í ævir vil lovprísa Jesus, sum Guds slagtaða offurlamb.

Tín kampur og tín neyð vara ikki ævigt. Tínir sigrar skalt tú ikki sjálv/ur vinna á.  Harrin skal berjast fyri teg.

Hygg upp!  Gev ikki tær sjálvum mótloysis anda! Tú hevur frammtíðina og vónina!

 

Amen