Eg skilji tað ei, men trúgvi!
Á alljósum degi, tá sólin stóð hægst, legist myrkur brádliga á.
Eftir tríggjar tímar fór at lýsa, men tá kom deyðastundin. Hús Jerusalems skakaðust, fjøll
vórðu klovin, grøvir opnaðust og mong likam, av teimum heilagu, sum vóru farin til hvíldar,
risu upp og gingu út og hildu leiðina í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum.
Og okkum til bjarging, so skrædnaði forhangið í templinum í tvey, úr erva og líka niður
ígjøgnum. Forhangið, sum menniskju óttafull, í øldir, høvdu havt eygu síni á. Forhangið,
sum stongdi vegin inn til tað alra heilagsta, har Gud eftir orði sínum vildi møta fólkinum.
Høvuðspresturin fór inn hagar á tí mikla sáttmáladegi at bera fram sáttaroffur, fyri sínar
egnu og fólksins syndir. Tað lætnaði hjá fólkinum, tí nú var synd teirra útstrikað. Men
gleðin var stokkut, tí syndin var á teimum aftur beinanvegin og gjørdi skilna millum sálina
og tann heilaga Gud.
Men við Jesusar krossdeyða skrædnaði forhangið. Nú er ofrið borið fram, nú er
sáttargerðin framd eina ferð og fyri altíð og vegurin inn til heilagu náðitrónu Guds, er opin.
Ja, opin fyri ein og hvønn syndara, sum trýr á Jesus Kristus og fyri ein og hvønn, sum
ákallar navn hansara.
Mítt avmarkaða vit og skil røkkur ongan veg, viðvíkjandi hesum, ið fór fram, hendan dagin
á Ennistaði. Hvussu kundi Jesus fara ígjøgnum hesa ófatiligu pínslu, og líða ein so
ósklijandi krossdeyða, fyri at bjarga okkum?
Jesusi nýttist ikki at fara ígjøgnum hesa ófatiligu pínsluna, tí honum var givið alt valdið, í
himli og á jørð. Hann kundi uttan hóvasták, stigið niður av krossinum og bjargað sær
sjálvum, men so vórðu vit ikki bjargaðið. Jesus varð av Gudi sendur til gerningin, sum mátti
fullførast. Eitt offur skuldi til og tí bar ikki til hjá Jesusi at bjarga sær sjálvum og okkum við.
Bøn í fyrsta persóni:
Harri, takk fyri mína avmarking til at skilja, tí tað styrkir um trúnna, ið tú gav mær!
Góði Faðir, opna við tínum heilaga anda, míni eygu og oyru, so eg kann síggja og fata.
Góði Gud, drag meg nærri at Jesusi og nærri at tær.
Takk Jesus, fyri Golgataverkið!