Eingin kann tæna tveimum harrum.
“Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon” (Matt 6, 24)
Vit kunnu bara hava ein harra. Velur tú ikki tann sanna Gud, so velur tú hann ”frá” og arvar ikki Guds ríki. Vit velja hann ”til” við at geva lív okkara til hansara. Tað merkir at hava hann við hvønn dag og leggja okkara til síðis fyri onnur. Tí at vit tæna nevniliga ikki bara Gudi við at biðja til hansara og lovsyngja honum. Tí Jesus sigur í Matteusevangeliinum 25:
”Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: ”Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg” (Matt 25,34-36).
Tey rættvísu spyrja, nær tey hava gjørt tað. Kongurin (sum er menniskjusonurin) svarar, at alt tað, vit gera ímóti øðrum, tað gera vit ímóti honum. Og fyri tað fáa vit løn.
Hvønn dag kunnu vit gera okkurt gott ímóti onkrum, men gera tað ofta ikki, tí vit eru ov sjálvsøkin. ”Ikki tíð beint nú”, ”ikki ráð at geva hasum pengar”, “ikki hug at tosa við sovorðin”.
Seinni í kapitlinum fáa vit at vita, at tey, sum ikki gjørdu hetta, fingu í løn æviga revsing í eldinum.
Ikki tí tey gjørdu nakað ringt, men tey gjørdu bara onki.
So má Gud vælsigna okkum til at velja hann sum okkara einasta harra, til at tæna Honum og leggja okkara egna til síðis fyri hann og fyri onnur.