Elska tíni kæru

Skrivað: Mike wittmer
Týtt: Ernst Súni Magnussen

-um hann ( Markus, systkinabarn Barnabassar ) kemur til tykkara, tá takið ímóti honum Kol. 4,10

Dagsins skriftstað: Bræv Paulusar ápostuls til Kolossumanna 4, 7-10

Ámos var ein serliga framligur persónur, meðan Dánjal var nógv fyri seg sjálvan, og ivaðist ofta um seg sjálvan. Hóast teir báðir vóru flogvit, men so ólíkir av lyndi, blivu teir bestu vinir. Teir brúktu tað mesta av einum áratíggjum at flenna og læra saman. So ein dagin fekk avrik teirra eina Nobel virðisløn. Men sum tíðin gekk møddist Dánjal av Ámosi, sum altíð setti seg sjálvan fyrst. Dánjal segði tí vini sínum farvæl.

Tríggjar dagar seinni ringdi Ámos við ræðuligum tíðindum. Læknarnir høvdu staðfest, at hann hevði krabbamein og høvdu givið honum seks mánaðir at liva. Dánjal fekk ilt fyri hjartað. “Vit eru vinir” segði hann, “hvat tú so enn heldur, so eru vit tað”.

Paulus var ein áræðin skiparatypa meðan Barnabas var tann, sum uggaði hini. Heilagi Andin leiddi teir saman og sendi teir á eina trúboðaraferð (Áps. 13, 2-3). Teir prædikaðu og stovnaðu kirkjur, til teir blivu ósamdir um Markusar fráferð. Barnabas vildi geva Markusi ein møguleika afturat, meðan Paulus segði, at hann ikki kundi hava álit á Markusi longur. So fóru teir hvør sín veg (15, 36-41).

Paulus fyrigav umsíðir Markusi. Vit lesa, at Paulus endar trý av brøvum sínum við eini heilsan frá ella við eini viðurkenning til hansara (Kol. 4,10; 2 Tim. 4,11; Filemon 1,24). Vit vita ikki, hvat hendi Barnabasi. Livdi hann nóg leingi til at koma til sættis við Paulus? Eg vóni tað.

Hvør so tín støða er í dag, royn so at fáa samband við tey, sum tú av eini hvørji orsøk bleivst ósamd/ur við. Nú er tíðin at vísa teimum og siga teimum, hvussu nógv tey hava at týða fyri teg.