Ert tú frelstur?
“Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur” (Mark 16,16)
Ert tú frelstur? Hetta er so týdningarmikið at fáa uppá pláss. Lívið er so sárbært og kann vera liðugt hvørja løtu. Tú kanst gerast sjúkur, fáa ein blóðtøpp ella koma í eina ferðsluvanlukku, og so er tín tíð liðug. Eigur tú Jesus? Rópa á hann og bið hann bjarga tær.
Røvarin á krossinum segði soleiðis við Jesus í Lukas 23,42 Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!». Var hetta nokk? Ja, tí les, hvat Jesus svaraði honum: Lukas 23,43 Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!».
“Gjárdagurin er farin, morgindagin kennir ongin, men í dag hjálpir Harrin” – hetta eru vísdómsorð. Gríp løtuna og bið Jesus koma inn í títt lív og frelsa teg.