Eygað er ljós likamsins

Skrivað: Annika Osvaldsdóttir Sørensen

“Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið!” (Matt 6, 22-23)

Eygað og sjónin eru her eitt súmbol uppá okkara andaligu sjón. At síggja, hvat Gud vil, at vit skulu gera, og at síggja heimin frá hansara sjónarhorni, og sum hann sær hann. Gud vil eisini, at vit skulu síggja okkum sjálv og onnur, soleiðis sum hann sær okkum. Henda sjónin verður lættliga og ofta kám. Sjálvsøkni, egin áhugi og egin mál blokera sjónina. Besti mátin at endurnýggja andaligu sjónina er at søkja Gud og tæna honum. Eitt gott og frískt eyga er vent ímóti Gudi og sær heimin og menniskjuni gjøgnum eygu hansara.

Síðsti setningurin ljóðar soleiðis í Bíbliuni á gerandisdonskum:

“Pas på at ikke lukke af for mit lys, for så bliver dit liv ét stort mørke.”

So latum okkum ansa eftir, at vit ikki sløkkja fyri ljósi Guds, sum ger lív okkara ljóst. Um tú kennir teg myrkan og tungan, so er tað kanska akkurát tí, at tú hevur stongt Guds ljós úti. Bið Gud koma inn í títt lív og lýsa fyri tær. Les Guds orð: Títt orð er ein lykt fyri fótum mínum, eitt ljós á gøtu míni.