Faðir, í tínar hendur gevi eg meg
“Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!” (Luk 23,46)
Krossarorð av Jesu munni.
Meir og minni alt, vit fáast við gjøgnum dagin, brúka vit hendur okkara til. Hendur okkara kunnu gera nógv gott, men tær kunnu eisini gera nógv ónt.
Hvussu gongst tað okkum, tá vit merkja, at hendur okkara ikki megna tað, vit vilja, og at vit sjálv ikki longur kunnu avrika nakað. Jesus vísur okkum, at Guds hendur eru útraktar og klárar at fevna um og bera okkum.
Mína trúgv megni eg ikki at bera einsamallur, tí mín trúgv er veik og ótrygg. Tí er tað avgerandi fyri mítt lív her á fold, at eg havi ein faðir í himli, sum heldur míni sál uppi, tá eg ikki sjálvur megni tað. Í teimum útrættu hondunum ber Gud meg og teg.
Eisini Pætur fekk at kenna hesar hendur, tá hann gekk á vatninum, og illveðrið rundan um hann fekk hann at óttast, og hann mátti rópa “Harri, bjarga mær!” (Matt 14,30).
Harri bjarga mær. Í tínar hendur gevi eg tær mítt likam og mína sál. Varðveit meg frá øllum óndum, lat tínar heilagu einglar verja meg; Faðir, í tínar hendur gevi eg meg, bjarga mær.