Farisearin og tollarin

Skrivað: Tórleivur Atlason Rasmussen

Í Lukas 18,9-14 kunnu vit lesa um ein Fariseara og ein tollara. Teir báðir fóru í templið at biðja.

Veruleikin er, at báðir tveir vóru syndarar og báðir høvdu tørv á frelsu. Men tað var bara tollarin, sum dugdi at síggja at honum tørvaði hjálp. Tað opinberaði Heilagi Andin fyri honum.

Farisearin takkaði Gudi fyri, at hann var so góður, sum hann helt seg vera. Hann var nóg mikið í sær sjálvum. Farisearin skal ímynda ein, sum lítur á seg sjálvan og setur seg sjálvan høgt. Tollarin sá, at hann var ein syndari, sum hevði brúk fyri náði. Tollarin helt seg langt vekk, og í bíbliuni stendur, at hann slóð seg fyri bringuna, tað vísir til sorg og avmakt. Hann bað til Gud og segði: “Gud náði meg syndara”. Í Nýggja sáttmálanum stendur, “Gud, Tú mást bera yvir við mær og náða meg, sum ikki haldi lógina.” Og vit lesa, at tollarin fór rættvísgjørdur heim, og ikki farisearin. Tollarin skal ímynda ein, sum sær, hvørji støðu hann er í.

Vit eru í somu støðu sum báðir tveir. Vit eru syndarar, sum hava brúk fyri frelsu. Lat okkum biðja Gud um, at vit mugu vera sum hesin tollarin, sum sá, hvørji støðu hann var í. Gud vælsigni okkum til tað.