Fyrigev, sum tú ert fyrigivin
"Fram um alt havi inniligan kærleika hvør til annan; tí kærleiki fjalir fjøld av syndum" (1 Pæt 4,8).
Vit biðja í Faðirvár: ”Fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda”. Hugsa vit um, at Jesus bað á krossinum: ”Faðir, fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera?” Hvussu mikið meira skulu vit tá ikki fyrigeva og vera til reiðar at fjala fjøld av syndum hjá næsta okkara?
Jú, men ofta er tað ikki, fyrr enn vit koma í neyð um okkara egnu synd, ið skilir okkum frá Gudi, at vit fara á okkara knø at biðja um hjálp, fyrigeving og frelsu. Tá uppliva vit, hvussu vánaligt tilfar er í okkum, ”gamla Ádami”. Tá kenna vit okkum smá, sek og hjálparleys. Ta løtuna komi eg ikki í tankar um, hvussu ljót hini eru ímóti mær, tí nú er tað hin reini, heilagi Gud, skapari himmals og jarðar, ið stendur framman fyri mær. Tá kann eg bara av Guds stóru náði, vegna Jesu krossardeyða fyri meg, taka ímóti syndanna fyrigeving.
Hendan gávan blívur tá nógv størri fyri meg, enn hatta ljóta, ið ein annar syndari gjørdi ímóti mær, at eg ikki bara fegin vil fyrigeva henni og honum, men eisini fjala útyvir teirra syndir.
Hvørja ferð vit boyggja okkum fyri Gudi, uppliva vit tað sama. So góður er hann við okkum.