Fyrigevið hvør øðrum
"Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristi." (Ef 4,32)
Fyrigevingin er kjarnan í samfelagnum millum okkum menniskju og Gud. Av tí at vit øll hava syndað og ikki megna at liva eitt syndafrítt lív, hava vit øll tørv á syndanna fyrigeving fyri at verða í samfelag við Gud. Fyrigevingina eiga vit, tí at Jesus hevur tikið okkara synd á seg. “Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” (Jes 53,5)
Synd tín er strikað – fullkomiliga. Gud er náðigur og ynskir og leingist eftir at fyrigeva einum og hvørjum, sum kemur til Jesus og játtar sína synd. Av náði fyrigevur hann øllum, sum í trúgv halda seg hjá honum. Hansara fyrigeving fevnir um alt og er óuppiborin. Fyrigevingin hvílir aleina á Guds miskunn. Tískil kunnu vit onki gera sjálv fyri at vinna okkum fyrigeving og frelsu.
Á sama hátt byggir okkara samfelag við hvønn annan á, at vit eru góð við hvønn annan, miskunnsom, so at vit fyrigeva hvør øðrum. Vit mugu ásanna, at tað mangan hevði verið lættari at elska okkara næsta, um viðkomandi ikki hevði so nógvar skeivleikar og gjørdi so nógv mistøk.
Jesus fortaldi eitt líknilsi um mannin, sum fekk sína skuld á 10.000 talentir eftirgivna – afturfyri skuldi hann eftirgeva einum øðrum sína skuld á bert 100 denarar. Hetta líknilsið rakar beint inn í okkara støðu yvirfyri Gudi. Óansæð hvørji mistøk okkara næsti hevur gjørt, so er hansara skuld bert ein brotpartur av okkara skuld yvirfyri Gudi. Men Gud fyrigevur hóast alt – óendaligt. Tá ið vit liva undir Guds náði og síggja Guds stórleika og samstundis síggja okkara egna veikleika og synd, kunnu vit læra at fyrigeva teimum, sum ímóti okkum synda.