Fyrigeving

Skrivað: Sara Eið

Líknilsið um skuldnabunda tænaran stendur í Matteusi 18,21-35.

Vit hoyra og lesa nógv í Bíbliuni um fyrigeving, men hvussu nógv av hesum taka vit til okkum? Sum vit lesa í líknilsinum, so hevur fyrigeving nógv at siga.

Í mun til hvat Jesus hevur gjørt fyri okkum, hvussu kann tað tá vera rætt, at vit ikki vilja fyrigeva okkara næstum? Gud fyrigevur okkum fyri øll okkara misbrot, men hví er tað so trupult hjá okkum at fyrigeva øðrum?

Tað kann vera sera trupult at biðja um fyrigeving, men tað er eisini trupult at fyrigeva, av tí at vit ofta venda aftur til trupulleikan, av tí at vit ikki hava fyrigivið 100%. Sjálvt teimum minstu misgerðum ímóti okkum skulu vit fyrigeva. Tað er sjálvsagt ikki lætt, og summar hendingar eru ófyrigeviligar. Men vit hava brúk fyri styrki frá Gudi, og hann vil altíð hjálpa okkum at fyrigeva, tí tað gevur okkum so nógv. Tí óansæð hvat er tað nógv betri hjá okkum at hava fyrigivið, í staðin fyri at liggja inni við sorgini/øðini.

Jesus sigur, at vit ikki skulu fyrigeva 7 ferðir, sum Pætur spyr hann um, men 70 ferðir 7 ferðir, fyri eina misgerð. Tað haldi eg er gott at taka við sær, tí tá vit fyrigeva fyrstu ferð, meina vit tað ofta ikki 100%, men gera tað kanska fyri at fáa frið, men misgerðin er enn inni í okkum og nívir.

Lat okkum biðja Gud um styrki at fyrigeva.