Ger tað sindrið, tú kanst

Skrivað: Anna Absalonsen

“Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum; og tann, sum er órættuligur í tí minsta, er eisini órættuligur í stórum.” (Luk 16,10)

Vit hava ofta lyndi til at biðja Gud um at vísa okkum á, hvussu hann kann brúka okkum til okkurt stórt í framtíðini. Hetta er ein góð bøn, men hon kann eisini vera við til at flyta fokus burtur frá, hvussu vit kunnu tæna honum í dag. Vit eiga bert dagin í dag og eiga tí at biðja Gud um at lata okkara eygu upp og vísa okkum á, hvussu hann ynskir at nýta okkum her og nú. Vit eiga at gera tað, sum vit takast við í gerandisdegnum við trúfesti, ídni og gleði. Á tann hátt, kunnu vit vera eitt stórt vitni fyri Harra og frelsara okkara, eisini um okkara gerningur tykist lítil í menniskja eygum. Gud hyggur eftir hjartanum aftanfyri tænastuna, og um hann fær æruna fyri gerningin.

Ger tað sindrið, tú kanst,

royn av hjarta og sál,

gev bert Harranum orku og mátt,

og tú veitst, at ei hann nýtir okkara mál,

tá ið spurt er um stórt og um smátt.

Og hann sjálvur ger alt, og hvat sakar tað tá,

um enn taldur tú ert upp í smá? (Sálmb. 320,3)