Ger tað sindrið, tú kanst

Skrivað: Dan Højgaard

”Soleiðis skal verða meir gleði í himni um ein syndara, sum vendir um…” (Luk 15,7)

Ein kendur filmur vísti ein mann, ið var mitt í einum stórum kríggi. Hann fór ígongd við at bjarga særdum monnum, sjálvt um lív hansara var í stórum vanda. Alt meðan hann bað til Guds um at geva sær styrki at bjarga einum afturat.

Hetta var stórt at síggja, og sjálvt um vit ikki eru í kríggi, so eru vit enn kallað at vinna ein afturat fyri Harran.

Vit kunna ofta føla tað, sum at tað, vit hava at bera fram, ikki er stórt, at vit ikki duga til nakað, og tað, eg dugi, kann ikki brúkast í hesum arbeiði. Men hjá Gudi er einki stórt ella smátt, hann kann brúka tað, tú dugir, líkamikið hvussu lítið tú heldur, at tað er.

Gud vil hava okkum at gera tað sindrið, vit kunnu, til at vísa fólki á seg, at vera hansara vitni í tí dagliga, so at fleiri søkja til hansara og venda um til hann. At gleðin um, at ein var funnin og vendur um, kann vera til gleði heima í himni.

Gud, hjálp mær at gera tað sindrið, eg kann!