Gleðiboð
“Og eingilin segði við teir: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!” (Luk 2,10-11)
Hóast meiri enn 2000 ár eru liðin, síðani jólaboðskapurin rungaði á fyrsta sinni, so rungar hesin boðskapur enn í dag. Eini gleðiboð fyri alt fólkið! Ein frelsari er føddur! Nakrar mánaðir frammanundan var eingilin Gabriel komin til Mariu, og sagt henni, at hon skuldi gerast við barn:
“Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Gud Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.” (Luk 1,31-33)
Hann skal verða stórur, sonur hins hægsta og tað skal eingin endi verða á kongadømi hansara! Hetta er tann Jesus, ið varð føddur í henda heim, og hetta er tann frelsari, sum eingilin greiddi hirðunum frá á markini.
Men hví hava jólini so týdning fyri júst teg? Jesus varð ikki bara føddur, so at vit kundu stressast í tíðini fram til jólaaftan og kunnu fáa gávur og njóta góðan mat. Jesus var nógv meir enn bara tað. Jesus kom í henda heim at frelsa okkum, og geva okkum ævigt lív heima hjá sær. Men vit hava brúk fyri Jesusi, tí uttan hann koma vit ikki til himmals, tí vit eru full í synd og hava uppiborið deyða. Men Jesus kom í okkara stað og gjørdist menniskja og tók okkara synd á seg og doyði fyri okkum, so at vit kunnu fáa ævigt lív í himli saman við honum.
Hetta er ein møguleiki, sum stendur opin til tín. Júst líka opin sum gávurnar, sum liggja undir trænum og bíða eftir at verða tiknar og pakkaðar upp. Spurningurin er, um tú letur hesa gávuna liggja undir trænum ella pakkar tú hesa gávuna upp, sum Jesus gevur tær, og er tann størsta gávan, tú kanst fáa. Gávan er tín – tekur tú ímóti henni?
Gleðilig jól!