Gud brýtur mørk

Skrivað: Øssur Kjølbro

"Harrin sigur: "Tað er ov lítið fyri teg at vera tænari mín til tess at endurreisa Jákups ættir og leiða hini varðveittu av Ísrael heim aftur; tí geri eg teg til ljós fyri heidningarnar, so at frelsa mín má røkka út um alla jørðina" (Jes 49,6).

Bíbliusøgan er søgan um, at Gud fegin vil røkka hvørjum einstøkum menniskja við frelsuni, sum hann fyrireikaði og fyriboðaði í øldir og at enda gjørdi til veruleika í syni sínum! Ikki minst sigur Ápostlasøgan – og síðani eisini kirkjusøgan – frá, hvussu gleðiboðini um Jesus rukku alsamt longur.

Í okkara parti av heiminum tykist kristna trúgvin at ganga aftur, men nógva aðrastaðni er framgongd – fleiri staðni er veking. Og hvørja ferð Jesus við gleðiboðskapinum nær inn til enn eitt menniskjahjarta, er hann farin um enn eitt mark og enn ein múrur brotin niður!

Tí tann mest mótstøðuføri verjuskansin er tann, sum vit byggja um okkara egna hjarta, so at skapari okkara ikki kemur okkum ov nær. Men Gud er tolin og ríkur í kærleika og gevst ikki við royndini at sleppa inn um okkara verjugarðar. Tí at tað, hann hevur at bjóða okkum, er einki minni enn frelsa: Bjarging frá glatan og lyftið um eina æviga tilveru í gleði og friði saman við Jesusi og øllum hansara.