Gud eigur nóg mikið av náði
"Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki at enda; hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans" (Harm 3, 22-23).
Hesi orðini runnu fram fyri meg í morgun, tá eg tíðliga fór ein trillitúr við yngsta soninum. Tað var so vakurt og friðsælt. Heystið er komið, og tað sæst í náttúruni. Tað, sum fyrr stóð grønt og í fagrasta blóma, er nú við at følna og fara í dvala. Hóast hetta, so var tað so lýtt og ljóst í morgun, áin tutlaði og smáfuglarnir sungu so vakran morgunsang. Ein nýggjur dagur frá Gudi.
Ein sangstrofa er soleiðis: “Tíðirnar skifta, men hann er hin sami. Umstøður broytast, men hann broytist ei.” Gud er altíð tann sami, óansæð árstíð ella umstøður. Tá sólin skínur og friður valdar, ella tá ódnin leikar á – bæði úti í náttúruni, men eisini innaní okkum og í okkara lívi. Hann elskar meg og hann elskar teg. Tíbetur er hansara náði ikki avmarkað til eitt ávíst tal av døgum ella syndum, nei, hansara náði er nýggj hvønn morgun og er til okkum øll.
Takk Gud fyri dagin í dag, takk fyri náði tína og signingar. Takk at tú í kærleika sendi Jesus at frelsa meg.