Gud er ongantíð burturstaddur
"Til hvílu eg legði meg, sovnaði og vaknaði, tí Harrin er lívd mín” (Sl 3,6).
Skaldið Dávid syngur morgunsang, nú hann vaknar upp til ein nýggjan dag. Hann takkar Guði fyri svøvn og hvíld. Gott at rinda møðina og kunna hvíla í Guðs hondum. Talan er um ein morgunsálm.
Sjálvt um ørindið, vit lósu, ljóðar friðsælt, so er støðan alt annað enn góð. Tó, tað lýsnar spakuliga í sálini. Skaldið kærir sína neyð og vónar, at Guð kemur til hjálpar.
Umstøðurnar hjá Dávidi vóru truplar. Absalon elti faðir sín, til tess at taka hann av døgum. Fólkið var í parti við Absaloni, og Dávid flýddi við 600 monnum. Ein so fámentur skari formáddi sær ikki stórvegis. “Hvør mangir eru fíggindar mínir, mangir at mær søkja.”
Ytra neyðin var torfør, men steinur varð lagdur oman á byrðu, tá sagt varð, at Guð var vikin frá Dávidi. Støðan varð tulkað sum ein staðfesting av, at Guð heldur sá Absalon á trónuni. “Fjølmangir siga um mína sál: Fyri honum er ei bjarging hjá Guði”.
Men Dávid kendi í neyð síni ein útveg. Bønarvegurin er altíð ein gongd leið. Guð er ongantíð burturstaddur. Um hann svarar beinleiðis ella óbeinleiðis, so avrikar bønin stórverk. Bøn er álit á Guðs trúfesti, at hann er mentur at frelsa og bjarga.
Dávid visti, at støðan var álvarslig, hann kendi styrkina hjá sínum atsóknarmonnum. Náttin kom, og hann legði síni forløg í Harrans hendur og svav ein góðan blund. “Tá ið eg kalli á Harran, svarar hann mær frá heilaga fjalli sínum”.
Áhugavert er at síggja, hvussu nær Guði skaldið livir, sjálvt um hann kennir sína avmakt. Hann var sekur í synd, snávaður í atferð og siðvenju, fallin í ónáðir hjá Guði og monnum. Og tó, so ger hann tað einasta rætta. Hann fer í bøn, og legst síðani at sova.
Náttin er farin. Væl hvíldur vaknar Dávid til ein nýggjan dag. Hann syngur av glaðum hjarta ein sálm til Guðs heiður og prís. “Til hvílu eg legði meg, sovnaði og vaknaði, tí Harrin er lívd mín.”
Hann hesa náttarstund
við einglaskara
mær gyrdi garð og grund
at fyri varða
at einki mær og mínum varð at bága
men frælsur eri eg
frá deyðans dapra veg
og sálarváða.