Gud er við í storminum
“Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum” (1 Pæt 5,7)
Mótgongd er ein partur av lívinum hjá okkum menniskjum. Vit renna okkum øll av og á inn í ódnarveður. Hjá summum gerst vindurin sjáldan ov nógvur, og hjá øðrum tykist alt lívið at vera eitt ógvusligt lágtrýst við nógvum skaðum og stúranum. Vit skilja ikki altíð, hví umstøðurnar eru, sum tær eru. Gud hevur ongantíð lovað, at lívið skuldi vera lætt í hesum falna heimi. Men hann hevur lovað, altíð at vera hjá okkum, lurtað eftir okkum, ugga og styrkja okkum. Vit trúgvandi kunnu nakað, sum eingin annar kann, sum er at syrgja við vón. Tá stormurin leikar á, eiga vit eina vón um, at ein dag vera øll tár turkað, og øll vera glað. Tað er eisini oftani ígjøgnum líðing, at vit síggja, hvussu veik vit eru í okkum sjálvum og kenna okkum noydd at søkja til okkara pápa í himlinum. Vit fáa oftani eisini eitt nýtt sjónarhorn og nýggjan lærdóm, ið kann draga okkum nærri at Jesusi. Sjálvt um alt av og á tykist óstøðugt, so er Jesus altíð tann sami og er altíð nær. Ein sunnudagsskúlasangur sigur tað so einfalt og væl: “Við Jesus í bátinum at stormi eg smíli, inntil hann tekur meg heim”. Lova honum at vera tín vernd ígjøgnum stormin.