Gud fekk sjálvur offurlambið til vega
“Tá talaði Ísakur á Ábraham, faðir sín, og segði: “Faðir mín!” Hann svaraði: “Ja, sonur mín.” Hann segði: “Her er eldurin og viðurin, men hvar er lambið til brennioffurið?” Ábraham svaraði: “Gud man sjálvur finna sær lambið til brennioffurið, sonur mín.” (1 Mós 22,7-8).
Hetta er eitt av óteljandi profetaorðum í Gamla testamenti, sum peika fram ímóti Messias, og samstundis brot úr eini av løgnastu frásøgnum í Bíbliuni. Nevniliga tá Gud vildi royna Ábraham og bað hann ofra egna son sín, Ísak. Sjálvan lyftissonin, sum Sára og Ábraham endiliga høvdu fingið við einum Guds unduri eftir drúgva bíðitíð.
Á veg á offurstaðið veit sonurin av ongum og spyr tí pápa son, hvar lambið er, sum teir skulu ofra Gudi. Tá svarar pápin við hesum profetisku orðunum: “Gud man sjálvur finna sær lambið til brennioffurið.” Og beint áðrenn Ábraham skal ofra sonin, steðgar Gud honum.
Orðini er profetisk, tí samstundis sum øll tann rúgvismikla offurskipanin í gamla sáttmálanum peikar fram ímóti tí fullkomna offurlambinum, sum koma skuldi, er líka greitt í øllum Gamla testamenti, at tað er Gud sjálvur, ið má fáa tað fullkomna ofrið til vega. Tí bara Gud sjálvur megnar tað fullkomna, ið kann bøta fyri allan ófullkomileikan hjá mannaættini. Hjá okkum menniskjum, mær og tær.
Tí kunnu vit eisini hvíla í tí, at søkja vit okkum skjól hjá Jesusi, eiga vit fullkomna fyrigeving fyri allar syndir okkara. Tí hann er fullkomin og reinur í okkara stað. Hann er alt tað, sum vit ikki eru. Tað er hann fyri okkum, í okkara stað. Jesus er tí friður okkara.