Gud hevur gjørt alt

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

Í 10 ár bíðar man eftir prógvi. Tá prógvið kemur í hondina, følir man seg sum lukkuligasta menniskja. Í trý ár bíðar man eftir húgvuni. Tá húgvan kemur á høvdið, er gleðin um 10. floksprógvið gloymd, tí nú er húgvan komin á høvdið, og alt annað er líka mikið.

So verður man giftur og hugsar ”hetta er besti dagur nakrantíð”. Síðani kemur eitt barn, og man skilir ikki at man nakrantíð kundi verða so glaður. Lívið heldur áfram og alt tað, sum hevði týdning, hevur brádliga einki at siga longur.

Tá eg fekk húgvuna aftan á student, ætlaði eg at heingja hana upp á veggin. Mamma mín segði tó, at hetta var ikki neyðugt, tí húgvan var tað, sum eg gleddist um beint nú.

Eg fór at hugsa um hetta… hetta var satt… Tá eg fekk 10. floksprógvið, var tað mítt hæddarpunkt í lívnum, men trý ár seinni, hevði tað so lítið at siga. Soleiðis er við allari gleði og lukku í heiminum. Heimurin kann ikki bjóða tær nakað, ið varðir ævigt.

Henda løtan, henda gleðisløtan, tá man er liðugur, ella giftur, ella gerst foreldur. Øll eru so glað og lættað. Men henda gleðin varðir hóast alt bert eina løtu.

Øll heimsins gleði fánar, men einaferð fara vit at uppliva eina gleði, ið ikki fer at fána. Eina gleði, sum als ikki finst á hesi jørð. Tá kunnu vit gleðast og vita, at henda gleðin fer at varða í ævir.