Gud, hvat vilt TÚ við mínum lívi?

Skrivað: Sara Eið

Hesin spurningur kann vera ringur at spyrja, av tí at vit ikki kenna svarið, og svarið kann vera so nógv, tí Gud er stórur og er mentur at gera alt. Sum menniskju hava vit tað best undir tryggum umstøðum. Um vit ynskja eitt svar frá Gudi, er sera týdningarmikið, at vit duga at steðga á og lurta eftir Gudi og tí, hann hevur at siga okkum, og síðani leggja alt í Harrans hendur, tí hann er altíð við okkum.

Fyri at fara ta leið, Gud vil hava okkum at fara, skulu vit væntandi sleppa nøkrum tingum og rannsaka okkum sjálv. Hetta kann vera sera torført, men tá er gott at hava okkara Faðir við á leiðini at styrkja okkum.

Hava vit dirvi sum lærusveinarnir at leggja alt frá okkum og fylgja Jesusi? Matteus 4,18-22. Tað krevur stórt álit, men fantastisk at sleppa at fylgja Jesusi.

Tora vit at spyrja Gud, hvat hann vil við okkara lívi? Og tora vit síðani at siga “Gud, brúka meg”?

Lat okkum biðja Gud vísa okkum á, hvat hann vil brúka okkum til, og liva radikalt eins og Jesus gjørdi.