Gud kann

Skrivað: Jóhannes Hammer

”Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet” (Sl 40,3).

Eg las í eini bók, sum eitur “Gud Kann” um eina mammu, sum bað fyri soni sínum.
Sonurin var ein, ið onki vildi hava við Gud at gera. Hann helt onki um trúgvandi fólk, og hann var lítið heima. Men mamman bað nógv fyri honum. Hon var ein nógv avhildin gomul kona.

Ein dagin kemur ein maður heim til hennara og sigur henni, at skipið, sum sonur hennara var við, var gingið burtur, og næstan allir vóru deyðir. Maðurin hevði sjálvur verið við.

Mamman spurdi, hvat sonurin segði, áðrenn hann druknaði?
Maðurin vildi treyðugt siga tað, men mamman vildi hava hann at siga tað. Tá sigur hann henni, at sonurin fór bannandi niður í dýpið.
Kortini takkaði mamman Gudi fyri, at hann fann sonin í dýpinum.

Tá ein rúm tíð var farin, fær mamman bræv. Tað var frá soninum, har hann skrivar, at hann er á lívi, og at hann ætlar sær heim. Hann takkaði eisini Gudi fyri, at hann var ein nýggjur skapningur.

Heimkomin segði hann frá, at tá hann var farin undir, rópti hann á Jesus um at frelsa seg. Hann fekk tá fatur í ein planka og kundi so svimja í land.
Ein fiskimaður fann hann og røkti hann, til hann kom fyri seg aftur.
Hann fiskaði so eina tíð, til hann hevði forvunnið nokk at ferðast heim fyri.

Hesin sonur var undir verju av bønunum hjá mammu síni.
Har skuldi bara eitt lítið neyðarróp til, so var hann frelstur. Hvat er tað ikki trygt at vita, at hóast vit eru ótrúgv, so er Gud trúgvur og fyrigevur, tá vit av hjarta venda okkum til hansara.