Gud sær djúpt
"Hvør er sum Harrin, vár Gud, hann, ið situr so høgt, hann, ið sær so djúpt á himni og á jørð?" (Sl 113,5-6)
Eingin er yvir Gudi, hann er hin Hægsti! Hann hevur altíð verið, er og verður altíð! Hann skapti – uttan ráðgeving ella hjálp – alheimin! Hann skapti himmal og jørð og menniskjað – ja, alt! Hann situr høgt í Himli sínum.
Men kortini sær hann djúpari enn nakað menniskja! Einki – hvørki í himli ella á jørð – kann fjala seg fyri eyga hansara. Men heldur eingin liggur so lágt, at hann ikki sær og kann bjarga og taka hond um!
Honum nýtist ikki at taka sær av okkum “smákyktum”! Men hann ger tað, tí hann elskar okkum óendaliga nógv! Hann, sum er yvir øllum, setur okkum framum alt! Eisini teg og meg! Lovaður veri hin Hægsti fyri tað – nú og um ævir!