Haldið tykkum nær at Gudi
“Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaðuri tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa.” (1. Pætursbræv 5:8)
Gud verjir ein og hvønn, ið elskar hann. Hann ynskir onki ringt fyri okkum, ímeðan djevulin, ið er okkara mótstøðumaður, gongur sum ein ýlandi leyva og bíðar til vit fella. So leingi vit halda okkum nær at Gudi og hvønn dag søkja hann, so kann mótstøðumaðurin ikki nærkast okkum.
Tó eru tað tíðir har vit fella, og detta burtur frá Gudi. Í hesum tíðum letur Gud okkum ikki bara fara, men hann kemur út at leita eftir okkum. Men tá vit fella burtur frá Gudi, er djevulin beinaveg klárur at leypa á, og tá er tað lætt hjá honum at fáa okkum longri vekk frá Gudi.
Tað er so nógv, ið kann gera, at vit fella burtur frá Gudi. Hóast vit trúgva og elska Gud, verður tað verri hjá okkum at standa ímóti freistingunum, tá vit ikki søkja hann dagliga ella fara til støð, har vit læra meir um hann. Tí er tað so umráðandi, at vit hvønn dag velja Gud. Hvønn dag søkja hann, takka fyri frelsuna og at hann valdi at fyrigeva okkum. Tí vit klára okkum ikki sjálv. Vit eru onki uttan Gud og hava ongan kjans at standa ímóti djevilinum uttan vernd og verju frá Gudi.