Halt út líka til endans
“Men vit ynskja, at ein og hvør tykkara má sýna hin sama áhuga eftir hini fullu vissu í vónini líka til endans, fyri at tit ikki mega verða trekir...” (Hebr 6,11-12a)
Ein livandi kristin verður javnan álopin av djevulinum. Hann letur ongan fáa frið. Viðhvørt kemur hann brølandi. Við hvørt sníkjandi. Kanska er vandamiklast, tá hann spakuliga roynir at rura ein trúgvandi í svøvn ígjøgnum dovinskap.
Hvat skalt tú gera, tá tú verður álopin? Guds orð svarar: Tú skalt vísa dirvi eftir tí ríkidømi, sum vónin rúmar.
Tað ger tú við aftur og aftur at minna teg á, hvat Gud hevur sagt í sínum orði. Ger tú tað ikki, fer tað spakuliga at glíða burtur frá tær og verða óveruligt fyri teg.
Hvat byggi eg mítt lív á? Hvar havi eg mínar røtur? Hvat er mítt grundleggjandi fundament? Hvat stendur eftir, tá alt annað svíkur?
Nakað av tí mest ótrygga er mítt lív her á jørð. “Tá vindurin yvir hann fer, er hann horvin,” syngur Dávid. Mítt lív er sum andadráttur. Eg veit ikki, um dagurin í morgin verður mín.
Men vónin er óbroytandi. Himlinum stendur Jesus inn fyri. Hann hevur gjørt ein bústað til hvønn einasta syndara, sum vendir sær til hansara.
Hvussu mítt lív her á fold kemur at verða, veit eg ikki. Men eg veit, hvar tað endar.
Hesumegin ævinleikan eru vit á ferð. Okkara heim á jørð er bert eitt fyribils stað. Vit eru pílagrímar, sum skunda okkum frameftir. Hvørt kvøld hava vit lagt eina dagsferð afturum.
Ferðin hevur varað í fleiri ár. Møðin er komin, ferðatrupulleikar royna at fáa okkum at taka tað róligt. Gerið tað ikki.
Gleð teg til at skula ganga ígjøgnum tað skínandi portrið inn í tað nýggja Jerusalem. Skjótt kemur tann dagurin.