Hann eigur at vaksa, men eg at minka

Skrivað: Niels Andreasen

”Hann eigur at vaksa, men eg at minka. Tann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; tann, sum er av jørðini, er av jørðini; tann, sum kemur av himni, er yvir øllum; og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímóti vitnisburði hansara. Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Gud er sannorðaður. Tí at tann, sum Gud sendi út, talar Guds orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli. Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur. Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guds verður verandi yvir honum” (Jóh 3,30–36).

Jóhannes doyparin sigur hetta fyrsta um seg sjálvan, og vit kunnu eisini spyrja, hvar okkara stórleiki er. Vit er syndarar, sum mugu liva av náði. Við okkum menniskjum er einki stórt, og tó hevur Gud skapað okkum í síni mynd. Í okkum sjálvum megna vit einki, men í Gudi eru vit sterk. Gud gjørdist menniskja av kærleika til okkum. Hann vildi ikki, at vit skuldu fara til grundar; men vit mugu fáa bæði lív og frelsu sum gávu av Guds hond.

Vit kunnu ikki gera okkum verdug til tað. So høgt elskaði Gud okkum, at hann vildi ikki, at vit skuldu doyggja um ævir. Hesin kærleiki er ikki grundaður á nakra dygd hjá okkum, men aleina á hansara náði og kærleika. Og sum tað var við Jóhannesi doyparanum, soleiðis er tað eisini við okkum. Hann eigur at vaksa, men vit at minka, og Guds aleina er æran fyri lív og frelsu okkara.

Gev tí Gudi tínum heiðurin. Vit eru syndarar, men hann er góður fyri okkum. Tað er hetta, sum vit kalla at liva av náði. Jóhannes var bert ein rødd, vit eru eisini ein rødd. Vit vísa ikki á okkum sjálv, men á Jesus. Hann er frelsari okkara.

Hann eigur at vaksa, men vit at minka. Bert soleiðis eru vit skikkað til Guds ríki.