Harrin er ljós mítt og frelsa mín

Skrivað: Sólrun Poulsen

Vit lesa í Sálmi 27,1: “Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?”

Her er tað Dávid, ið við frímóði sigur frá, at hann veit, at Harrin er ljós hansara, frelsa hansara og vernd hansara, ja, alt ið honum tørvar! Alt hetta er eisini galdandi hvønn tann, ið trýr. Vit, sum trúgva á Jesus, vit kunnu við somu frímóð, eins og Dávid, vitna um henda sama tryggleika.

Vit føla kanska ikki altíð soleiðis. Vit eru kanska bangin, ótrygg, og spurningarnir kunnu vera mangir. Hvat fer framtíðin at bera? Man eg fara at gerast frískur? Hvussu kunnu vit vera vís í, at Harrin er har fyri okkum?

Tá er kanska nyttuligt at spyrja: Hvussu kendi Dávid tað, tá ið hann avlegði henda vitnisburð sín?

Hann var mitt í einum andaligum myrkri. Hann kendi seg vrakaðan av Gudi og kendi tað sum tað einasta rættvísa, vegna sína synd og ótrúskap. Hetta síggja vit við at lesa sálman víðari.

Í hesari støðu síni lítur Dávid á Harran og vitnar við frímóði – ikki tað hann følir, men út frá Harranum sjálvum og hansara trúfesti!

Harrin er ljós mítt og frelsa mín! Harrin er lívs míns vernd!