Harrin er tann, ið grøðir
“Tí at, Harrin, er tann, ið grøðir teg” (2 Mós 15,26).
At Gud grøðir, merkir ikki, at so kann eg venda øllum læknum bakið. Gud ger undur, eisini grøðiundur í dag. Jesus gjørdi tað, ápostlarnir við. Eisini innan kristniheimin og framstandandi læknafrøðina á sama hátt. Gud nýtir okkum menniskju í tænastu síni her á jørð. “Nú leggi eg orð míni í tín munn,” segði Gud við Jeramia, tá hann varð kallaður til profet. Á sama hátt leggur Gud, tá ið hann vil, kraft sína í hendur læknans. Soleiðis ger Gud vanliga.
Tað óvanliga hendir. Gud kann geva okkum dirvi at biðja um tað ótrúliga.
Formaðurin fyri svenska Fosterlandsstiftelsen (umboðar bæði heima- og útimissión), segði mær, at gamli Bernadotte, prinsur, hevði vent sær til hansara og onnur kristin í Stokkholmi um at biðja saman við honum og øðrum kristnum í Stokkholmi, at hann mátti gerast frískur av eini ringari og pínufullari sjúku, sum fremstu serkønu læknar høvdu sagt var ólekjandi. Hetta varð gjørt og prinsurin batnaði. Hann fór síðan til kanningar hjá serkønum lækna. Undrandi váttaði hesin, at prinsurin var grøddur. “Hvussu,” varð spurt: “Eg havi verið hjá einum øðrum lækna,” svaraði prinsurin. Tá ið hann sá professaran blikna, segði hann: “Læknin, eg vitjaði, var Harri okkara, Jesus Kristus.
Í apokrýfunum skrivar Sírakkur í kapitli 38. Hetta kapitlið er ætlað læknum. Hann talar um, ikki at vanvirða læknan. Eisini tá hava livað hjálpsom, fróm menniskju. Sírakkur skrivar: “Gerst ein sjúkur, skal ein biðja fyri tað fyrsta Gud um fyrigeving – lat eisini læknan koma, eisini hann hevur Gud skapað, og lat hann ikki verða langt frá tær staddur, tí tú hevur hann fyri neyðini; tí tað eru høvi, har eydnan fylgir teimum. Eisini teir kunna biðja til Harrans. – Gævi satt, at tað vóru mangir, ið bóðu.
Um sjúka nívir, so gev mær tol í sinn!
Inntil tað lívir, har tú meg leiðir inn.
(SB 46,3)